Seyðabit viðgjørt á norðurlendskari verkstovu

Verkstovan varð hildin í Norðurlandahúsinum 4. og 5. mars. Erla Olsen, adjunktur í lívfrøði á Námsvísindadeildini, skipaði fyri. Nakrir luttakarar vanta á myndini.

Áseyðatalið hevur verið rættiliga støðugt í langa tíð, meðan nógv onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu nógv bit eitt lendi tolir, eru rættiliga óstøðug. Hetta eru viðurskifti sum granskarar, ráðgevar og bøndur hava viðgjørt á norðurlendskari verkstovu, og yvirskipaða niðurstøðan er, at bitið eigur at tillagast til gagns fyri bæði lendi, kjøtgóðsku og eisini fyri at halda altjóða sáttmálar, sum londini hava undirskrivað. Hesir altjóða sáttmálarnir fevna m.a. um lívfrøðiligt fjølbroytni, burðardygga menning, og skerjing av útláti av veðurlagsgassum.
     Bit ávirkar hvørjar plantur vaksa, og serliga eru tað grøs sum taka seg fram í lendi, har munandi bit er. Summi grøs eru føðslubetri enn onnur, og her er tað vanliga so, at jú meiri bitið er, jú verri er fóðurgóðskan á tí grasi sum veksur. Seyður verður bæði heilsubetri og smakkbetri, um hann eisini hevur møguleika at eta urtir, og tað eru serliga urtirnar sum minka í tali, um bitið er nógv.
     Bit ávirkar ikki bert djór og plantur oman á svørðinum, men í líka stóran mun undir svørðinum, og er bitið stórt, og plantan lítil, so minka planturøturnar samsvarandi, eins og tilgongdirnar at bróta niður lívrunnið tilfar verða tarnaðar. Tí er eitt øki við nógvum biti ofta fruktaminni enn eitt øki við passaligum biti.
     Aðrastaðni er staðfest, at tann ávirkan bit hevur á vøkstur og lendi hevur stóra ávirkan á skordjór og onnur ryggleys djór í lendinum. Ov nógv bit minkar um mongd og margfeldi bæði av ryggleysum djórum og av heiðafuglameinginum.
     Ov stórt bit, sum t.d. hevur við sær at planturnar eru fáar og spjaddar, hevur eisini við sær øktan vanda fyri bæði skriðulopi og jarðsliti, og harvið at stór øki leggjast oyðin. Hesi øki eru als ikki produktiv. Tey mest produktivu økini eru tey, sum hava eitt passaligt bit.
     Á verkstovuni vórðu løgd fram úrslit frá kanningum úr Íslandi, Noregi og Føroyum um gróður, bit og slit, og víst varð á ymisk sløg av indikatorum sum kunnu brúkast, bæði plantur, soppar og skordýr, og hvussu hesi ávirkast av biti, samstundis sum veðurlagsbroytingar broyta umstøðurnar hjá bæði plantum og teimum djórum, sum liva av teimum.
     Bæði í Íslandi og Noregi eru ásetingar um, hvussu stórt bitið kann vera. Í Íslandi hava tey havt sera nógv bit síðan fyrst í síðstu øld, helst meira enn vit hava í Føroyum. Hetta fór illa við lendinum, og stórar oyðimerkur tóku seg upp. Fyri at bøta um henda skaða, varð áseyðatalið minkað niður í helvt í áttatiárunum, og hetta hevur gjørt stóran mun. Í Noregi hava tey ikki ovurbit, ístaðin brúka tey seyð og geitir at forða fyri, at skógur tekur yvir opna graslendið. Hesin trupulleiki finst eisini í Íslandi, har tey hava staðfest, at um púrt einki bit er í 40 ár, so tekur bjørk yvir.
     Sum heild kann sigast, at hóast batar ikki síggjast beinanvegin, so eru tað tó eftir 10 árum stórir batar at síggja, um eitt ov stórt bit verður tillagað til staðbundnu umstøðurnar.
     Verkstovan staðfesti, at neyðugt er at gera tilmæli um seyðabit, eisini í Føroyum. Hóast lítið er granskað um hóskandi bit í Føroyum, so ber tó væl til at gera tilmæli grundað á tær kanningar, sum eru gjørdar, við at stuðla seg til tær royndir sum eru gjørdar í Íslandi og Noreg, men sjálvandi má støðugt kannast og granskast fyri at eitt tilmæli kann vera so neyvt sum gjørligt.
     Semja var um at halda fram at samstarva um seyðabit, og at arbeiðast skal bæði við kunning, hugburði og beinleiðis gransking.
     Á verkstovuni luttóku umboð fyri landbúnaðaruniversitetið í Íslandi og Bioforsk í Noregi. Úr Føroyum vóru umframt sjálvstøðugir ráðgevar eisini umboð fyri Náttúrugripasavnið (Søvn Landsins), Jarðfeingi, Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og Fróðskaparsetrið.

(Greinin hevur eisini staðið á heimasíðuni hjá Setrinum)

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.