Nú er alt bara minnir

Vit eru nøkur starvsfólk á Námsvísindadeildini, sum eru farin á stevnu í London um telduútgerð og teldunýtslu til undirvísing. Framsýningin húsast í einum kendum sýningarstaði, nevnt ExCel, sum liggur úti í “Royal Docks”. Hesar dokkirnar hildu uppat at virka í 1981, tí bringjuvirksemi kravdi meira enn hvat henda gamla havnin megnaði. Nú verður plássið nýtt sum framsýningarhøli.

Standmynd av lossingarmonnum framman fyri eina framsýningarhøll fulla av nýggjastu tøkni.

Framman fyri framsýningarhøllina stendur ein standmynd av lossingarmonnum, og tað tykist vera ein rættilig andsøgn at síggja hesar framman fyri eini framsýningarhøll við allar nýggjastu tøkni.

Verður eygað vent omaneftir, so sæst tó veruligi konteksturin, at teir hoyra heima saman við lossingarumhvørvinum í eini farnari tíð. Har standa gamlir kranar eisini sum ímynd um havnavirksemið sum var.

“Landed”. Lossingarmenn (frá 2009) og gamlir kranar.

Nú er alt bara minnir, og ístaðin fyri havnavirksemi hava Londonbúgvar framsýningarhøli, har nógv fremmandafólk koma, og avleitt virksemi av tí, t.d. flótandi hotell.

Kranar og flótandi hotell.

Eg vænti, at hetta fer eisini at verða lagnan hjá tí havnaøki, sum Tórshavnar kommuna er farin undir, kanska ikki beinanvegin, men rættiliga skjótt.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.