Regn og nýggj sløg av hundalondum

Tað er ikki bert í Føroyum at tað hevur regnað illa. Eisini í Onglandi hevur regnað illa, og har hava tey sett váta og lýggja veðurlagið í samband við fleiri sløg av soppum sum ikki hava verið skrásett í Onglandi fyrr. Fyri ein part eru hesi nýggju sløg slík, sum trívast væl í nógvari vætu, og fyri ein part er tað slík sum eru komin fyri seg vegna teir munandi heitari vetrarnar.

Onkrir av hesum soppum eru slíkir sum smakka væl, meðan aðrir eru eitrandi.

Rættiliga fitt av soppum eru skrásettir at vera í Føroyum, men mær kunnugt er onki skipað arbeiði viðvíkjandi soppum gjørt í hesi øldini. Tær kanningar sum eru gjørdar fyrr hava verið eitt sindur merktar av at tað fyri tað mesta hava verið útlendingar sum eru komnir higar og hava leitað eftir soppum í eina avmarkaða tíð. Tessvegna er ilt at siga, hvørt nakar soppur er nýkomin til Føroya, ella um hann bara ikki hevur verið sæddur fyrr, tí fólkini vóru ikki har tá soppurin gjørdi hundalond.

Myndin her er av einum soppi uttan føroyskt heiti, eitur á latíni Pholiota squarrosa. Hann er ikki skrásettur í Føroyum fyrr. Aðrir soppar av slagnum Pholiota eru funnir, og hava verið nevndir flushattar. Ásannast má, at tá hesir soppar koma undan, er talan um stórar nøgdir, og teir standa leingi. Hesir vórðu funnir fyrstu ferð 12. september, og nú, 1 mánaða seinni, standa teir líka fattir, men meira útbreiddir enn á myndini.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.