Minnast tit hendan?

Ongantíð bleiv høvi at siga “minnast tit hesa”, tí tá “hon” stóð fyri tørni, bleiv búnin beindur á savn! Hon noktaði at umboða danska ríkið íklædd sum ein annar hani!

Stórt spell, eftir mínum tykki, tí tað var tað mest spennandi við ólavsøkuskrúðgonguni at síggja amtmannin. Okkara børn sleppa ikki at síggja ríkisumboðsmannin íklæddan sum hana, og uppliva tignina sum harav stendur. Spurningurin er so hvørt búnarnir hjá føroyskum politikarum kunnu setast ístaðin.

Fyri mín part, so haldi eg ikki…

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.