Hybridbilar ikki teir mest umhvørvisvinarligu?

Onki er at ivast í, at neyðugt eisini er við tiltøkum á ferðsluøkinum skulu vit minka munandi um okkara útlát av vakstrarhúsgassum, og yvirhøvur eru fólk vorðin meira tilvitað um, at eisini bilarnir skulu vera umhvørvisvinarligari – um ikki annað nú brennievni er vorðið munandi dýrari enn tað var.

Eitt eg undrist á í hesum høpi er, at bæði fólk og virkir vilja hava so stórar bilar. Nógvir almennir stovnar hava eftirlitsuppgávur, har í flestu førum eitt, og í mesta lagi 2 fólk skulu út á virkir – ofta koyra hesi eftirlitsfólk í tí sum eg vildi kallað ein stórur bilur. Hesir bilar taka nógv, og brenna samsvarandi nógv, men koyra meginpartin av tíðini við einum persóni, sum einans skal hava blokk og penn við sær.

Flestu av hesum stóru bilum, bæði almennir og privatir, eru keyptir tí at eina ferð um mánaðin/hvørt hálvár er brúk fyri einum størri bili – hvussu hevði verið við einum leigubili í teimum fáu førunum – ella einum viðfestisvogni?

Nú frættist, at hybridbilurin Toyota Prius er heimsins mest seldi hybridbilur (eitt bland millum el-bil og ein bensinriknan bil). Slíkir bilar kunnu so kompensera nakað, og hava eitt lægri CO2 útlát í mun til støddina – men ofta verður gloymt at siga í hesum sambandi, at smærri bilar hava lægri CO2 útlát enn hybridbilar, t.d. er Citroen C1 mettur at vera meira umhvørvisvinarligur enn Prius (sambært WhatGreenCar.com – the independent guide to green cars in the UK).

 ratingexamples

Nú hevur so eisini ivi tikið seg upp, hvussu umhvørvisvinarligir hybridbilar eru, tí eitt er hvussu stórt útlátið er tá teir koyra á vegunum, men tað sigst at framleiðslan av hybridbilunum hevur við sær munandi meira útlát enn framleiðslan av vanligum bilum.

Møguliga er besta valið heldur at keypa ein lítlan bil, t.d. VW Polo ella ein MINI Cooper. Niðanfyri eru bilar sum “What Green Car?” hevur útnevnt sum 10 teir umhvørvisvinarligastu bilarnar fyri 2008. Vinnarin í 2008, mett út frá heildarmeting av útláti, koyrieginleikum, stødd og hentleikum var Ford Focus ECOnetic.

Tað kundi kanska verið hóskandi at fingið kannað, hvussu hesir ymsu bilarnir roynast í Føroyum, og útfrá tí gjørt eitt føroyskt tilmæli um umhvørvisvinarligar bilar.

  1. Citycar: NICE Mega City – WGC? rating: 6, CO2: 0 g/km
  2. Supermini: VW Polo 1.4 BlueMotion 1 – WGC? rating: 29, CO2: 99 g/km
  3. Supermini: MINI Cooper D – WGC? rating: 30, CO2: 104 g/km
  4. Family: FORD Focus 1.6 TDCi ECOnetic – WGC? rating 33, CO2: 115 g/km
  5. Family: VW Golf BlueMotion TDI – WGC? rating 34, CO2: 119g/km
  6. Family: Fiat Bravo 1.6 Multijet ECO – WGC? rating 34, CO2: 119g/km
  7. Family: BMW 118d Saloon – WGC? rating: 34, CO2: 119 g/km
  8. Family: Toyota Prius – WGC? rating: 35, CO2: 104
  9. Executive: BMW 318d Saloon – WGC? rating: 35, CO2: 123 g/km
  10. MPV: VW Golf Plus BlueMotion TDI – WGC? rating 36 (est), CO2: 127g/km

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.