Bábilsk rótaheiti

Er kálrabi ein rót ella kál – ella turnips – ella kálrót?

Í sambandi við sólarmyrkingina høvdu vit vitjan av nøkrum vinfólkum úr Italia. Slík vitjan fevnir um nógv, útferðir, savnsvitjanir, men so sanniliga eisini matur. Tað vísti seg at tey høvdu sera stóran áhuga í at royna føroyskan mat, bæði grind, spik, skerpikjøt, rullupylsu og hvat vit annars kundu finna uppá. Afturfyri so fingu vit eitt úrval av góðum mati úr Italia – ostur, balsamico, spagetti, tortellini, tomatsós, køka.

Sostatt var matur eisini eitt umrøðuevni, og tað gekk vanliga heilt væl – líka til tann dagin vit skuldu greiða frá hvat kálrabi er fyri nakað. Samskift var á enskum, so umrøðuevnið bleiv hvørt talan var um swede ella turnips – sum lívfrøðingur hevði tað týdning fyri meg at fáa sett rætt heiti á røturnar, sum vit høvdu afturvið lambskjøti, og eg visti at tað var tað sum á góðum føroyskum verður kallað kálrabi. Onnur vóru tó heilt vís í, at í Skotlandi verður hetta nevnt turnips. Og so víst, tað er ikki bara í Føroyum at vit kunnu fáa eina góða diskussjón um heitið á rótum – tað gera tey eisini í Bretlandi, sambært hesi rættiliga stuttligu grein í Guardian frá 2010.

Niðurstøðan av okkara orðaskifti um rótaheiti bleiv, at talan var um tað sum á italskum eitur rapa – og í gerandismáli gera tey ikki mun á hvat slag av rót tað er. Hetta stendur eisini í føroysk-italsku orðabókini.

Leita vit í føroysku orðabókini, so síggja vit ikki orðið kálrabi, og í donsku orðabókini eru tey kvik at vísa á, at talan er um kålroe. Orsøkin til hetta er helst, at orðið kålrabi er komið tí at onkur hevur hildið blandað við kálslagið kohlrabi. So tað er ikki bara í Bretlandi, Italia og Føroyum at bland er í rótunum, men so sanniliga eisini í hinum norðurlondunum.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.