Gullkrukkan Hotel Hafnia

Minnist eina søgu hjá Carl Barks, har dunnurnar strembaðu eftir at finna staðið har ælabogin endaði, tí har skuldi standa ein krukka av gulli. Henda søgan rann fram fyri meg aftur, nú eg hugdi út og sá hvar ælabogin endar: beint niður í Hotel Hafnia.

Vónandi stendur gullkrukkan ikki undir hotellinum, men er at finna í tænastustøðinum og dygdini. Má heldur fara at kanna málið, og byrja í matstovuni. Tað plagar at vera gott, og kanska ælabogin var eitt slag av boðbera um, at nú er langt síðan seinast.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.