Skjótt syftir seiðir góða undirtøku – fer tunga takið at verða lætt?

So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu seta í verk innan síni øki at minka um útlátið. Í fyrsta umfari skuldi talan vera um “skjótt syftar seiðir”, men einaferð næsta ár skuldi landsstýrið fara at umrøða hvørji tung tøk kunnu takast.

Roskilde-festivalurin 2006 kundi verið fyriboðan um vátari veðurlag.

Roskilde-festivalurin 2006 kundi verið fyriboðan um vátari veðurlag.

Tøkini verða helst tung, og leikirnir mangir og langir. Krøvini fara væntandi at vera eini 35% frættist frá teimum sum komu aftur frá altjóða veðurlagsráðstevnu í Polen. Ein tann kanska munabesti mátin at minka um útlát er við at leggja koltvísúrnisavgjald á alt brennievni, bæði til húsarhald, bilar og vinnu. Aðrastaðni hava tey roknað seg fram til, at fer prísurin á bensin/diesel uppá einar 18-20 kr. liturin, so eru fólk sinnað at brúka felagsferðslu.
Tað finst tó eitt rættiliga munagott alternativ: ein íslandskaðal, við elektriskum streymi framleiddum í Íslandi við grønari orku. Fortreytin fyri honum er tó, at vit ikki gera nakrar íløgur her á landi at útbyggja streymframleiðsluna. Og tó mugu vit hava eitt fullbúgvið “stand-by” anlegg, um okkurt teknist óhapp hendir í Íslandi ella millum londini bæði. Eg rokni við at hesi anlegg mugu koyra við olju, og helst eisini haldast við líka, so tey ikki eru heilt irrað føst tá brúk er fyri teimum.

Náttúra og inniklima offur fyri umhvørvinum
Í Íslandi hava verið mótmæli tí virðismikil náttúruøki verða brúkt til at gera umhvørvisvinarliga elorku. Sama skilið er helst allastaðni, tí hvør løkur og hvør túgva eigur helst onkran góðan. Eisini her hjá okkum harmast fólk tá øki verða tikin til vatnorku, tí náttúran verður ávirkað og broytt.
Onnur alternativ eru eisini, t.d. vindmyllur, men tær kunnu heldur ikki setast allastaðni. Tær kunnu skemma útsýnið, og halda gang fyri at nevna teir ampa sum fólk hava av teimum. Fuglavinir eru tær valla, og fundamentið til slíkar stórar myllur er so mikið stórt, at aðrastaðni verður tað mett at hava stóran ampa fyri lendið – kanska líka stóran sum vatnorka.
Vit skulu bjálva húsini betur! Tað varð sagt á ráðstevnuni, og landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur longu verið í fjølmiðlunum og sagt, at hetta metti hon vera ein skjótt syftan seið. Men eisini hetta má gerast við skili, tí avleiðingarnar av ov tøttum húsum kunnu verða vánaligt inniklima, fuktur og rot.

Vinnan onki gjalda, men manningin gjalda orkuútreiðslur
Víst varð á, at Føroyar liggja omanfyri USA í útláti, og hetta kemst fyri ein stóran part av fiskiflotanum. Umboð frá vinnuhúsinum vísti á nøkur tilmæli sum fara at koma út nakað skjótt, har varð millum annað sagt, at oljuvinnan nú sjálv skal gjalda fyri koltvísúrnisútlát. Hetta er tiltrongt, men júst oljufeløgini vórðu brúkt sum undanførsla fyri ikki at taka undir við Kyoto-protokollini á sinni.
Harumframt helt vinnuhúsið at manningin skuldi gjalda fyri orkuútreiðslur. Hetta fangaði Jóannes Ejdesgaard og spurdi, hví manningin umborð á skipum skal gjalda fyri orkuútreiðslur, men ikki starvsfólk á landi. Sjálvandi skal tað vera líka fyri øll. Í virkisætlanini at minka útlátið av veðurlagsgassi er onki nevnt um henda møguleikan. Um starvsfólk á øllum stovnum og fyritøkum skuldu goldið sín part av t.d. hitarokningini og bensinnýtsluni, høvdu tey kanska havt størri áhuga í at minka sum mest um nýtsluna.
Vinnuhúsið hevur tó helst ikki hugsað um umhvørvið tá hetta tilmælið varð gjørt, men heldur ynskt at hjálpa reiðarafelagnum í teirra krøvum mótvegis fiskimannafelagnum. Onkrar ábendingar vóru um, at onkur tung tøk eru væntandi. Reiðarafelagið helt, at so stór hugburðsbroyting var hend seinastu árini, at tað var ikki neyðugt við nøkrum tiltøkum, heldur ikki um oljan verður bíligari aftur. Harumframt, vegna fiskaloysi hevur oljunýtslan í 2008 verið eini 18-25% lægri enn í 2007, og sostatt hevur fiskiflotin longu nátt ásetingunum í Kyoto. Tað tóktist sum reiðarafelagið ikki roknaði við at fiskastovnarnir komu fyri seg aftur. Eitt avgjald kundi ikki koma uppá tal, heldur skuldi onkur studningur komið inn, so flotin fekk endurgoldið prísmunin á olju í Føroyum og aðrastaðni.

“Vit sleppa ikki undan”
Veðurlagsráðstevnan endaði við orðunum hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni: “Heimssamfelagið setir krøv – vit sleppa ikki undan”. Og onki er helst rættari enn tað. Vónandi fara politikarar at minnast til tað, tá stig skulu takast í Føroyum. Annars er vandi fyri at tað verður sum við fiskivinnuni: Øll eru samd um at vit skulu hava burðardygga fiskivinnu, men tá fiskidagatalið skuldi ásetast, tá vantaði dirvið. Fara føroyskir politikarar at hava dirvið at taka tungu avgerðirnar sum krevjast fyri at fáa Føroyar at halda altjóða ásetingar, og ikki minst, at fáa okkum burtur frá ivasama heiðurinum at vera tann heimsins tjóð sum hevur størst koltvísúrnisútlát?

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.