Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck?

Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland.

Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, tí russisku ommurnar “mundu” vunnið, og Bretland “mundi” vunnið í hinum endanum.

At hoyra lagið hjá russisku ommunum fekk tankarnar at leita aftur til trýssini, tá belgiskar nunnur framførdu “Dominique”, so tað rungaði um allar geilar. Ikki tí at løgini líkjast, men tað var okkurt við stemninginum sum líktist. – Russiska framførslan fekk annars heldur tankarnar at leita til italsku rísakrarnar. Hetta hevur helst í stóran mun verið konufólkaarbeiði, og burtur úr tí eru spurdir fleiri sangir, og er onkur teirra týddur til føroyskt, ma. Bella Ciao, og eg havi eisini hoyrt – og sæð – kórið Sólarmagn syngja eina føroyska útgávu av einum italskum rísakurskonutátti, og minti henda framførsla ikki sørt um russisku ommurnar.

Men so var tað Engelbert Humperdinck. Vit undraðust eitt sindur á navnið. Høvdu fingið at vita, at talan var um ein kendan sangara, men máttu tó ásanna, at eingin okkara kendist við hann, tó at hann hevur verið til alla okkara tíð og nakað væl afturat. – So var tað at onkur okkara gitti loysnina: Hann man vera úr Eysturríki, so bretar fiska eftir týskmæltum atkvøðum. Ikki var hetta  kollgitt, tí tað vísti seg at maðurin hevur einki við týskt at gera. Og heldur ikki beit nakað týskmælt land á. Bretar fingu eina einastu atkvøðu úr týskmæltum londum, nevniliga Belgia, sum hevur týskt sum eitt av trimum almennum málum.

Eitt løgið navn, men tað er sjálvvalt. Maðurin er doyptur Arnold George Dorsey, hevur eisini verið nevndur  Gerry Dorsey, og er frá Leicester. Møguliga hevði gingist betri um hann ikki hevði eitt so fjákut listanavn, men uppaftur størri týdning hevði tað helst, at hann hevði eina framførslu sum hoyrdi heima í sekstiárunum. So retro eru vit ikki vorðin enn. Russisku ommurnar vóru farnar longur aftur, eini 100 ár, og høvdu harafturat rættliga nógv av sjálvspeisemi við. Vit blivu í góðum lagi av at hoyra tær, og helst var tað góði stemningurin heldur enn tónleikarliga góðskan sum gjørdi munin.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.