Home » Entries posted by Erla Brekkustova (Page 5)

Ljós á málið ella kelduna?

Gamalt var at pressan vardi sínar keldur, og út frá upplýsingum frá keldunum skrivaðu tey søguna. Hetta handverkið tykjast fjølmiðlarnir ikki at duga í dag, nú skulu tey bara endurgeva tað sum ein kelda sigur. Spurningurin er um hetta kemst av mentalum leti, ella um tøgnmentanin eisini hevur rakt føroysku fjølmiðlarnar.

Náttúrunnar sniðendurnýtsla

– ella spælifilmurin um Paul Watson, sum als ikki hevði brúk fyri Paul Watson Ofta havi eg hoyrt sagt, at tað loysir seg ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin ella hjólið eina ferð afturat, og nakað er um tað. Rendi meg í hesa myndina í sambandi við ein franskan film við myndum frá havins botni. […]

Einans drumbar og ross arbeiða

Hugleiðingar meðan beinkrímið leikar í

Blátíta skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð

Ein tann vanligasti títan í Evropa er nú eisini skrásett í Føroyum. Talan er um litføgru blátítuna. Hon varð sædd í einum runni uttanfyri mína skrivstovu tann 6. desember 2010.

Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um […]

Hvar rakst tú oljufýrið…

Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir […]

Rótin til fyribyrging av øllum illum

Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku. Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin […]

Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur […]

The End of the Line

Nú verður væntað at tað verður brúkarin sum fer at hjálpa heimsins niðurpíndu fiskastovnum. Ið hvussu er verður arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa brúkaran at krevja at fáa at vita, hvaðani fiskurin er, og um hann er úr einum burðardyggum stovni. Ein táttur í hesi gongd er dokumentarurin “The End of the Line”, sum […]

Fjøllini hava fepur!

Skulu vit fyrst finna og brenna alla olju á knøttinum, so er lítil vón fyri at halda væntaðu veðurlagsbroytingunum undir teimum 2°C, sum verður mett sum eitt vandamark. Tó borðreiddi løgmaður við teimum greiðu boðum, at Føroyar fara at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum, samstundis sum vit skulu fara undir oljuvinnu. Hetta var á […]