Home » Entries posted by Erla Brekkustova (Page 8)

Granskingin dumpað?

Fyri rúmari tíð síðani kunngjørdi fráfarni aðalstjórin í mentamálaráðnum Peter Petersen, at avtalan um at Føroyar kundu luttaka í 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES var komin undir land. Hetta vísti seg tíverri ikki at vera rætt. Síðani tá hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni havt spurningin frammi á politiskum støði, og politisk […]

Vísindaligt tilfar til døgurða!

Hóast, ella júst tí at eg fáist við soppar, geri eg ikki nógv av at fara út at henta fyri at eta teir. Hetta er serliga tí at tað altíð er vandi fyri at eyðmerkja onkran sopp skeivt. Eisini vísir tað seg, at “nýggjar kanningar vísa” at summir soppar, sum fyrr vórðu hildnir vera góðir […]

Kundin hevur altíð rætt – ella eru føroysk undantøk?

Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið frammi um at føroyingar ikki longer sleppa at útflyta fisk til Russlands, og sagt verður at trupulleikin er at partarnir eru ikki samdir um treytirnar. Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni halda føroyingar summi av krøvunum frá russum vera órímilig, og brúka tað argument at føroyingar lúka øll krøv sum EU setur. […]

Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

  Tjóðveldi(sflokkurin) varð 60 ár fyrr í ár, og ætlaðu at halda dagin. Tey lýstu tó ikki nóg væl við tiltakinum, og tí meldaðu ov fá til. Avgjørt varð at halda dagin seinni í heyst. Nú fer so at líða, og hóast baldrutan túr í dýrdarveðri, so situr flokkurin enn í stjórn. Men neyðugt hevur […]

Hoydalar granskingardepil við Fróðskaparsetri og vísindaligum søvnum

Studentaskúlanæmingar gingu kravgongu at fáa nýggjan skúla. Hetta var 20. november 2007.   Eg hevði ein annan blogg, sum eg nú flyti yvir á wordpress, tí Google ikki finnur bloggsíðurnar hjá Apple. Hann er upprunaliga skrivaður 9. januar 2008. Nú Tjóðsavn Føroya er komið á borðið haldi eg, at hesin bloggur er ikki sørt aktuellur enn. […]

Veðurlagsbroytingar: Stórt føroyskt metanútlát – Skulu vit hava kengurur heldur enn seyð?

  Smakkar væl, nakað sum hjørtur. Søgan sigur tó onki um hvørt kengurur rigga sum skerpikjøt.   Keldur til metan er fyrst og fremst smáverur sum virka uttan oxygen. Hesar eru nógvar í vátari mold, men eru eisini í jóturdjórum, so sum neyt og seyði. Hesi alidjór verða mett sum ein megin kelda til metanútlát […]