Home » Archives by category » Gransking (Page 2)

Bachelorlærarar við lívfrøði

Bachelorlærarar við lívfrøði

So vórðu (fyri longu rúmari tíð síðan) teir fyrstu lærararnir við fullum bachelorstigi lidnir. Tá eg sigi fullum bachelorstigi, so meini eg við, at føroysku lærararnir eru ikki professiónsbachelorar, men eitt stig hægri. Hetta er sami leistur sum nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin brúkti. Onkur kundi kanska hildið, at tað er óneyðugt at stremba eftir akademiskum førleikum, heldur […]

70 havhestar, harav 12 til kanningar á Læraraskúlanum

Sambært Norðlýsinum er tað eitt sindur bygdasligt at fleyga havhest. Rætt skal vera rætt, tað eru helst fáir ungdómar í Havnini sum regluliga ganga á veiði – møguleikarnir til tess eru helst betri á bygd, við teirri avleiðing, at ungdómar í Havn helst vita munandi minni um náttúruviðurskifti enn tey á bygd. Tó kunnu ungdómar […]

Fáur pellar meira enn helvtina

– heldur ikki Holger Arnbjerg og Bjørg Róin Í Dimmalætting hósdagin 26. mai verða útbúgvingarviðurskifti viðgjørd, og greitt verður frá muninum á Master og Kandidat. Sambært hesi grein telur ein kandidatútbúgving dupult so nógv sum ein master, mátað í ECTS. Her hava greinskrivararnir ikki kannað viðurskiftini serliga væl tá tey siga: Ein útlendsk master – […]

At fóðra smyrlar

Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa. Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga […]

Blátíta skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð

Ein tann vanligasti títan í Evropa er nú eisini skrásett í Føroyum. Talan er um litføgru blátítuna. Hon varð sædd í einum runni uttanfyri mína skrivstovu tann 6. desember 2010.

PISA – eitt amboð hjá myndugleikum

Vit mugu vita, hvat vit skulu brúka PISA til og hvussu. Framvegis hoyrast røddir í Føroyum, ið siga seg hava lítið álit á PISA og tí, sum PISA stendur fyri. Tíverri má sigast, at hetta byggir á júst tann forbarmandi óvitinskap, sum vit í Føroyum eru so begávaði við. PISA kann ikki samanberast við aðrar […]

Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um […]

Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur […]

The End of the Line

Nú verður væntað at tað verður brúkarin sum fer at hjálpa heimsins niðurpíndu fiskastovnum. Ið hvussu er verður arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa brúkaran at krevja at fáa at vita, hvaðani fiskurin er, og um hann er úr einum burðardyggum stovni. Ein táttur í hesi gongd er dokumentarurin “The End of the Line”, sum […]

Fjøllini hava fepur!

Skulu vit fyrst finna og brenna alla olju á knøttinum, so er lítil vón fyri at halda væntaðu veðurlagsbroytingunum undir teimum 2°C, sum verður mett sum eitt vandamark. Tó borðreiddi løgmaður við teimum greiðu boðum, at Føroyar fara at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum, samstundis sum vit skulu fara undir oljuvinnu. Hetta var á […]

Page 2 of 3123