Home » Archives by category » Gransking » Útbúgving

Læran frá Grummu Grimhild

 Fyri nøkrum vikum síðan var rokan úti á Frælsinum, tí yvir túsund børn komu til sjónleikin Grumma Grimhild á havsins botni. Hetta er leikrit sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr gjørdu yvir søgnina “Drongurin, ið burturtikin var av havfrúnni”. Leikritið er eisini týtt til onnur mál.             Í øllum hesum rokanum royndi eg at fáa […]

Biophilia kapping! – Gerið tvørfakliga og kreativa framførslu!

Biophilia kapping! – Gerið tvørfakliga og kreativa framførslu!

Allir skúlaflokkar í miðdeild – luttakið í Biophilia-kapping um vinningar fyri 100.000 krónur Gerið ta bestu tvørfakligu undirvísingargongdina og vísið hana í verki! Lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina. virðisløn er 50.000 kr. virðisløn er 30.000 kr. virðisløn er 20.000 kr. […]

Kom syngjandi til vitan

Fyrilestur hildin á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 2015   “Norðurlond eru farin í holt við eina verkætlan, har øðrvísi undirvísingarhættir verða royndir. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv, og samstundis sum kreativitetur verður settur í hásæti, verður strembað eftir, at hvør einstakur mennir sínar førleikar. Verkætlanin er grundað á sangappirnar Biophilia hjá íslendsku songkvinnuni Björk.” Soleiðis […]

Marknaðarlagað og fjølbroytt útbúgving

Marknaðarlagað og fjølbroytt útbúgving

Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, men hvørjar eru avleiðingarnar av rákinum fyri einstaklingar, útbúgvingarverk, og stovnar í Norðurlondum var høvuðsspurningurin á granskingarráðstevnu innan útbúgving í Göteborg. Frágreiðing frá NERA 2015 ráðstevnu NERA stendur fyri Nordic Educational Research Assosiation, og skipar fyri ráðstevnu eina ferð um árið. Ráðstevnan skiftir millum norðurlendsku londini – […]

FarGen og James Watson

FarGen og James Watson

James Watson og David Micklos Var á eini frálíkari FarGen ráðstevnu herfyri, og tá var henda upptøkan víst (trýst á myndina ella leinkið omanfyri). Hetta var sum “endurgjald” fyri at James Watson av heilsuávum ikki sá seg føran fyri at koma á ráðstevnuna, sum hann annars hevði ætlað. Ein fín samrøða. David Micklos, sum er […]

Bachelorlærarar við lívfrøði

Bachelorlærarar við lívfrøði

So vórðu (fyri longu rúmari tíð síðan) teir fyrstu lærararnir við fullum bachelorstigi lidnir. Tá eg sigi fullum bachelorstigi, so meini eg við, at føroysku lærararnir eru ikki professiónsbachelorar, men eitt stig hægri. Hetta er sami leistur sum nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin brúkti. Onkur kundi kanska hildið, at tað er óneyðugt at stremba eftir akademiskum førleikum, heldur […]

70 havhestar, harav 12 til kanningar á Læraraskúlanum

Sambært Norðlýsinum er tað eitt sindur bygdasligt at fleyga havhest. Rætt skal vera rætt, tað eru helst fáir ungdómar í Havnini sum regluliga ganga á veiði – møguleikarnir til tess eru helst betri á bygd, við teirri avleiðing, at ungdómar í Havn helst vita munandi minni um náttúruviðurskifti enn tey á bygd. Tó kunnu ungdómar […]

Fáur pellar meira enn helvtina

– heldur ikki Holger Arnbjerg og Bjørg Róin Í Dimmalætting hósdagin 26. mai verða útbúgvingarviðurskifti viðgjørd, og greitt verður frá muninum á Master og Kandidat. Sambært hesi grein telur ein kandidatútbúgving dupult so nógv sum ein master, mátað í ECTS. Her hava greinskrivararnir ikki kannað viðurskiftini serliga væl tá tey siga: Ein útlendsk master – […]

PISA – eitt amboð hjá myndugleikum

Vit mugu vita, hvat vit skulu brúka PISA til og hvussu. Framvegis hoyrast røddir í Føroyum, ið siga seg hava lítið álit á PISA og tí, sum PISA stendur fyri. Tíverri má sigast, at hetta byggir á júst tann forbarmandi óvitinskap, sum vit í Føroyum eru so begávaði við. PISA kann ikki samanberast við aðrar […]

Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um […]

Page 1 of 212