Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 10.-12. mars vísti Hjálmar Hátún á einum uppslagi (poster, sí myndina til vinstru) arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan saman við øðrum rannsóknarstovnum, m.a. Náttúrugripasavninum, hevur gjørt at kanna, hvussu styrkin á havstreymunum ávirkar lívfrøðiliga tilfeingi í havinum í økinum kring okkum. Fleiri ymiskir havstreymar ávirka havið kring Føroyar, og tað er eitt samspæl millum hesar havstreymar sum avger, hvussu hitalagið í økinum er. Tá havstreymar við køldum sjógvi úr póløkinum eru sterkir, er økið kring Føroyar kaldari, enn tá hesir eru veikari. Lívfrøðiliga tilfeingið ávirkast eisini av hesum havstreymum. Tá havstreymarnir úr póløkinum eru sterkir, og økið kring Føroyar tí kaldari, er: ♦ minni til av plantuæti, […]
Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja við broytingum í havstreymunum, og serliga rákinum hjá Norðuratlantsstreyminum, sum hevur heitan sjógv við sær norður um Føroyar, men eisini við frárenslinum frá Norðurhøvum út í Atlantshavið. Sí sera lættskiljandi frágreiðing á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni: Um hitabroytingar Um havstreymar á opnum havi Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn frá 10.-12. mars hevði Bogi Hansen eina framløgu. […]
USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India. Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um koltvísúrnis útlátið við 80% í 2050. Hann stuðlar eini kvotaskipan, har fyritøkur kunnu selja og keypa “dálkingar-loyvi”. Sambært Steven Chu, so verður tó framvegis vónað, at øll lond fara at leggja kostnaðin av útlátinum í eina slíka kvotaskipan, men um okkurt land ikki ger tað, er neyðugt at seta tiltøk í verk, so sum at […]