Tvær ítróttarhallir í Sandoynni?

Sambært kreppupakkanum hjá samgonguni, almannakunngjørdur tann 24. juli 2009 skal virkisskapandi tiltakið “ítróttarhøll á Sandoynni” vera eitt av teimum tiltøkum sum skal seta gongd á búskapin*). Men so seint sum 8. juni 2009 skrivar sandoyarportalurin at gongd framvegis er í verkætlanini hjá Eileri Jacobsen um at byggja depil í Skálavík sum m.a. fevnir bæði um svimjihyl og ítróttarhøll. Sagt verður í stubbanum á sandoyarportalinum, at myndugleikarnir eru strævnir at fáast við, men at tey vóna at finna eina loysn í málinum. Er loysnin at tað almenna skal byggja ítróttarhøll í Sandoynni í staðin fyri Eiler Jacobsen? Ella er tað so galið, at skopuningar og heimasandsfólk ikki vilja vita av megnar […]