Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur verið, at seyðurin misti vitið beinanvegin, og tí onki føldi. Sigast skal tó, at gamli svævingarhátturin sær út til at hvørva saman við gomlu bóndunum, tí flestu yngru bøndir munnu skjóta seyðin fyrst. Nú hevur so onkur endiliga kunngjørt nakrar kanningar hesum viðvíkjandi, og niðurstøðan er, at djórini kunnu pínast í út við tveir minuttir […]