Er kálrabi ein rót ella kál – ella turnips – ella kálrót? Í sambandi við sólarmyrkingina høvdu vit vitjan av nøkrum vinfólkum úr Italia. Slík vitjan fevnir um nógv, útferðir, savnsvitjanir, men so sanniliga eisini matur. Tað vísti seg at tey høvdu sera stóran áhuga í at royna føroyskan mat, bæði grind, spik, skerpikjøt, rullupylsu og hvat vit annars kundu finna uppá. Afturfyri so fingu vit eitt úrval av góðum mati úr Italia – ostur, balsamico, spagetti, tortellini, tomatsós, køka. Sostatt var matur eisini eitt umrøðuevni, og tað gekk vanliga heilt væl – líka til tann dagin vit skuldu greiða frá hvat kálrabi er fyri nakað. Samskift var á enskum, […]