ROSE kanning

Á vári 2012 vóru lívfrøðingalesandi við í eini kanning um hugburð til náttúruvísindaligu lærugreinarnar í skúlanum. Hetta er ein altjóða kanning, sum fleiri enn 40 lond hava luttikið í. Svein Sjøberg er upphavsmaður til hesa kanningina, sum byrjaði í 2004 – eftir at kanska serliga Norðurlond høvdu staðið seg illa í PISA kanningum. Serliga teir náttúruvísindaligu spurningarnir tykjast vit at duga illa, samanborið við onnur lond – men tað hevur helst samband við raðfesting. Vit vóru tó so sein at koma við í kanningina, at okkara dátur komu ikki við í altjóða dátusavnið, men samanberingar kunnu gerast hóast tað – og hugburðurin í Føroyum tykist, ikki óvæntað, at vera tann sami sum í […]