Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt tilmæli til stjórnina, sum líkist nakað okkara tilmæli “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” sum kom út herfyri. Í hesum bretska tilmælinum er eitt av uppskotunum at minka um útlátið við 34% í 2020 í mun til 1990, og at partur av hesum kann røkkast við at keypa kvotur frá londum sum ikki brúka sínar. […]
So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu seta í verk innan síni øki at minka um útlátið. Í fyrsta umfari skuldi talan vera um “skjótt syftar seiðir”, men einaferð næsta ár skuldi landsstýrið fara at umrøða hvørji tung tøk kunnu takast. Tøkini verða helst tung, og leikirnir mangir og langir. Krøvini fara væntandi at vera eini 35% frættist frá teimum sum komu […]