{"id":2898,"date":"2009-03-11T04:08:07","date_gmt":"2009-03-11T04:08:07","guid":{"rendered":"https:\/\/brekku.stovu.net\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/"},"modified":"2009-03-11T04:08:07","modified_gmt":"2009-03-11T04:08:07","slug":"ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/","title":{"rendered":"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt"},"content":{"rendered":"<p><!--StartFragment--><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong>J\u00f8r\u00f0in er \u00e1lvarsliga sj\u00fak, og ta\u00f0 eru menniskjuni i\u00f0 hava elvt sj\u00fakuna. Serliga er ta\u00f0 f\u00f3lkatali\u00f0 sum er ov st\u00f3rt. Sj\u00e1lvandi kundu vit broytt okkara n\u00fdtslu, og ikki troytt tilfeingi\u00f0 so n\u00f3gv sum vit gera, og \u00f8ll ver\u00f0i\u00f0 vegetarar, men alt hetta er \u00edm\u00f3ti okkara n\u00e1tt\u00faru. Vit eru sum vit eru, og t\u00ed er helst ongin v\u00f3n fyri at vit megna at minka so n\u00f3gv um vakstrarh\u00fasgassini, at ta\u00f0 munar.<\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong>Framt\u00ed\u00f0ar\u00fatlitini eru ikki g\u00f3\u00f0: roknast kann vi\u00f0 at meginparturin av heiminum ver\u00f0ur ov heitur og turrur hj\u00e1 f\u00f3lki at b\u00faleikast \u00e1. N\u00f8kur st\u00f8\u00f0 kunnu t\u00f3 roknast vi\u00f0 framhaldandi fara vera h\u00f3skandi hj\u00e1 f\u00f3lki, har\u00edmillum Skandinavia, Bretsku oyggjarnar og so n\u00f3gvar sm\u00e1ar oyggjar.<\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong><span> <\/span>Alt hetta fer ikki at henda einafer\u00f0 \u00ed framt\u00ed\u00f0ini, men r\u00e6ttiliga skj\u00f3tt. T\u00ed er ta\u00f0 f\u00e1vitska at tosa um at hava fingi\u00f0 tamarhald \u00e1 CO<sub>2<\/sub> \u00fatl\u00e1tinum \u00ed 2050, solei\u00f0is sum avr\u00e1tt var\u00f0 \u00e1 ve\u00f0urlagsr\u00e1\u00f0stevnuni \u00ed Bali.<\/strong><\/span><\/p>\n<blockquote>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong><span style=\"font-weight: normal\">Um b\u00f3kina hj\u00e1 James Lovelock: The vanishing face of Gaia \u2013 a final warning. Allen Lane\/Penguin Books 2009.<\/span><br \/>\n<\/strong><\/span><\/p><\/blockquote>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><a rel=\"attachment wp-att-180\" href=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/archives\/179\/facegaia\"><img decoding=\"async\" loading=\"lazy\" class=\"size-full wp-image-180 alignright\" title=\"facegaia\" src=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif\" alt=\"facegaia\" width=\"289\" height=\"456\" \/><noscript><img decoding=\"async\" class=\"size-full wp-image-180 alignright\" title=\"facegaia\" src=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif\" alt=\"facegaia\" width=\"289\" height=\"456\" \/><\/noscript><\/a>Hetta eru d\u00f8pru fors\u00f8gnirnar hj\u00e1 James Lovelock, i\u00f0 n\u00fa fyrst \u00ed mars aftur gav eina b\u00f3k \u00fat um ta livandi j\u00f8r\u00f0ina, i\u00f0 hann nevnir Gaia. \u00c1\u00f0ur hevur hann skriva\u00f0 fleiri b\u00f8kur um Gaia, har hann hevur l\u00fdst hvussu \u00f8ll skipanin \u00e1 j\u00f8r\u00f0ini er ein heild, og at ta\u00f0 er l\u00edvi\u00f0 \u00e1 j\u00f8r\u00f0ini sum ger j\u00f8r\u00f0ina \u00f8\u00f0rv\u00edsi enn t.d. n\u00e6rmastu gongustj\u00f8rnurnar Venus og Mars. Ta\u00f0 er l\u00edvi\u00f0 \u00e1 j\u00f8r\u00f0ini sum heldur hitanum st\u00f8\u00f0ugan, og um l\u00edvi\u00f0 doyr, so fara at ver\u00f0a l\u00edka st\u00f3r hitasveiggj \u00e1 j\u00f8r\u00f0ini sum \u00e1 grannagongustj\u00f8rnunum.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\">Fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani kom b\u00f3kin \u201cHevndin hj\u00e1 Gaiu\u201d (The revenge of Gaia), har James Lovelock er munandi bjartskygdari enn hann er \u00ed seinastu b\u00f3kini, men har hann t\u00f3 gj\u00f8rdi vart vi\u00f0, at ve\u00f0urlagsbroytingarnar eru svari\u00f0 fr\u00e1 Gaiu upp\u00e1 menniskjaskaptu broytingarnar, og at Gaia royndi at koma aftur \u00e1 beint. \u00cd hesi b\u00f3kini skelka\u00f0i James Lovelock f\u00f3lk vi\u00f0 at vera fortalari fyri kjarnorkuverkum, t\u00ed ta\u00f0 \u00ed hansara eygum er einasti m\u00e1ti vit kunnu \u00fatvega n\u00f3g miki\u00f0 av orku uttan CO<sub>2<\/sub> \u00fatl\u00e1t. Hetta metti hann vera sera umr\u00e1\u00f0andi, fyri at j\u00f8r\u00f0in skuldi koma fyri seg aftur.<\/p>\n<p class=\"MsoNormal\">Men n\u00fa ber av. \u00cd n\u00fdggjastu b\u00f3kini eru v\u00e1nirnar ringar. Fekk fatur \u00e1 b\u00f3kini beint sum hon kom \u00fat, og helt James Lovelock vera vor\u00f0nan eitt gamalt svartskygt tv\u00f8rball \u2013 l\u00edka til t\u00ed\u00f0indini komu fr\u00e1 fundinum sum ver\u00f0ur hildin \u00ed Keypmannahavn \u00ed hesum d\u00f8gum, har v\u00edsindaf\u00f3lk skulu leggja tey allar n\u00fdggjastu \u00farslitini fram fyri politikarunum \u2013 og ta\u00f0 v\u00edsir seg at tey siga j\u00fast ta\u00f0 sama sum James Lovelock. R\u00e6ttiliga r\u00e6\u00f0andi, og l\u00edti\u00f0 hugaligt.<\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">\u00a0<strong>Tilt\u00f8k<\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong><span style=\"font-weight: normal\">James Lovelock ivast \u00ed, um ta\u00f0 ikki er ov seint at gera naka\u00f0 fyri at for\u00f0a teimum ringastu avlei\u00f0ingunum. Men t\u00f3 m\u00e6lir hann til at royna ta\u00f0 sum roynast kann, t\u00ed avlei\u00f0ingarnar eru so r\u00e6\u00f0andi. Kjarnorkuverk er eitt av tilm\u00e6lunum, men harumframt ver\u00f0ur sta\u00f0iliga fr\u00e1m\u00e6lt at br\u00faka orku upp\u00e1 vindorku, t\u00ed vindmyllurnar br\u00faka sera n\u00f3gv pl\u00e1ss og geva ikki n\u00f3g \u00e1l\u00edtandi orku. Hetta pl\u00e1ssi\u00f0, i\u00f0 vindmyllurnar br\u00faka, skal heldur br\u00fakast til matv\u00f8ruframlei\u00f0slu, t\u00ed \u00ed framt\u00ed\u00f0ini ver\u00f0ur helst ney\u00f0ugt at \u00f8kini eru sj\u00e1lvfors\u00fdnandi \u2013 serliga t\u00ed ta\u00f0 ver\u00f0ur bert b\u00fagvandi f\u00e1a sta\u00f0ni, og ta\u00f0 eru somu st\u00f8\u00f0ini sum plantur kunnu vaksa. Og skuldi ikki veri\u00f0 ney\u00f0ugt vi\u00f0 lendinum til matv\u00f8ruframlei\u00f0slu, so er eisini ney\u00f0ugt vi\u00f0 fr\u00edt\u00ed\u00f0arlendi, t\u00ed \u00ed framt\u00ed\u00f0ini ver\u00f0ur sera trongt \u00e1 teimum f\u00e1u liviligu pl\u00e1ssunum.<\/span><\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">At minka um CO<sub>2<\/sub> \u00ed atmosferuni ver\u00f0ur nevnt at ta\u00f0a h\u00f8vini, so planktongr\u00f3\u00f0urin ver\u00f0ur st\u00f3rur, og deytt plankton so s\u00f8kkur ni\u00f0ur \u00ed dj\u00fapi\u00f0. Fyri at minka um s\u00f3larhitan er ein m\u00f8guleiki er at spr\u00e6na sv\u00e1vul \u00fat \u00ed stratosferuna, hetta hev\u00f0i havt vi\u00f0 s\u00e6r sk\u00fdggj gerast sum taka naka\u00f0 av s\u00f3larstr\u00e1lunum og senda t\u00e6r \u00fat aftur \u00ed r\u00famdina. B\u00e6\u00f0i hesi nevndu uppskot hava veri\u00f0 d\u00fagliga vi\u00f0gj\u00f8rd \u00ed v\u00edsindaligum h\u00f8pi, men framvegis er ikki semja um hv\u00f8rt ta\u00f0 er r\u00e1\u00f0iligt at taka til sl\u00edk stig, t\u00ed \u00f3vist er hv\u00f8rjir avlei\u00f0ingar eru av hesum \u2013 ta\u00f0 er so skj\u00f3tt at okkurt ikki ber seg at heilt sum v\u00e6nta\u00f0, og hvat hendir so? Ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an hj\u00e1 James Lovelock er t\u00f3, at st\u00f8\u00f0an er so \u00e1lvarsom, at n\u00e6rum alt er vert at royna.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong>Ve\u00f0urlagsfl\u00f3ttarf\u00f3lk<\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">Sum nevnt \u00f3ttast James Lovelock fyri, at meginparturin av t\u00ed lendi, sum \u00ed dag er n\u00fdtiligt til b\u00fasta\u00f0 og\/ella landb\u00fana\u00f0a, \u00ed framt\u00ed\u00f0ini ver\u00f0ur anna\u00f0hv\u00f8rt oy\u00f0im\u00f8rk ella endar undir kavi, t\u00ed havyvirflatan fer at h\u00e6kka munandi, einar 20-30 metrar, um meginparturin av \u00edsinum \u00e1 Gr\u00f8nlandi og munandi partur av \u00edsinum \u00e1 Antarktis ti\u00f0nar. Minkandi land\u00f8ki\u00f0 fer \u00ed fyrsta lagi at gera, at \u00e6ttarb\u00f3lkar fara at str\u00ed\u00f0ast fyri at vinna r\u00e6ttindi \u00e1 \u00f8kjum, t.d. har vatn er t\u00f8kt. Sl\u00edk str\u00ed\u00f0 s\u00edggja vit longu n\u00fa fleiri sta\u00f0ni, m.a. \u00ed Afrika.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><span> <\/span>Samstundis koma alsamt fleiri fl\u00f3ttarf\u00f3lk tv\u00f8rtur um Mi\u00f0alhavi\u00f0 til Europa, og v\u00e6ntandi er, at hesi fara at ver\u00f0a uppaftur fleiri. Men samstundis kann roknast vi\u00f0, at Su\u00f0ureuropa ver\u00f0ur ikki so fruktagott longur, t\u00ed har ver\u00f0ur ov heitt og turt, og at f\u00f3lk ha\u00f0ani eisini fara at leita s\u00e6r longur nor\u00f0ureftir\u2026<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">Ver\u00f0ur pl\u00e1ss fyri okkum \u00f8llum \u00ed framt\u00ed\u00f0ini? Svari\u00f0 er helst nei, og spurningurin er so hvussu fram skal farast, og hv\u00f8rji kriteriur skulu br\u00fakast til at loyva f\u00f3lki at koma nor\u00f0ureftir. James Lovelock sammetir hesa st\u00f8\u00f0u vi\u00f0 ein bjargingarb\u00e1t, sum tekur f\u00f3lkini av s\u00f8kkandi sk\u00fatu, men ikki hevur pl\u00e1ss fyri \u00f8llum. Gomlu reglurnar s\u00f8gdu, at kvinnur og b\u00f8rn skuldu fyrst, me\u00f0an skiparin f\u00f3r ni\u00f0ur vi\u00f0 sk\u00fatuni. James Lovelock m\u00e6lir ikki til at ta\u00f0 skal veljast tilvita\u00f0 burtur\u00far, hv\u00f8r skal sleppa vi\u00f0 \u00ed bjargingarb\u00e1tin, men at lata nat\u00farligu \u00fatveljingina r\u00e1\u00f0a:<\/span><\/p>\n<blockquote>\n<p class=\"MsoNormal\"><em>\u201c&#8230; einafer\u00f0 seinni \u00ed hesi \u00f8ldini fara tey sum komu undan at r\u00f8kka eini l\u00edtlari havn og st\u00edga av teirra kamelum. Har fara tey kanska at s\u00edggja eitt l\u00edti\u00f0 tr\u00e6skip liggjandi vi\u00f0 bryggju, skavandi s\u00ed\u00f0una m\u00f3ti t\u00ed har\u00f0a vegginum \u00e1 havnini me\u00f0an ta\u00f0 dandar vi\u00f0 aldunum. Eitt st\u00f8\u00f0ugt, svalligt lot bo\u00f0ar fr\u00e1 eini lovandi byrjan \u00e1 t\u00ed n\u00e6sta vandamikla partinum av fer\u00f0ini nor\u00f0ureftir. Skiparin sigur onki me\u00f0an hesi f\u00f3lkini st\u00edga umbor\u00f0 \u00e1 hansara far, men hann veit, at t\u00e6r n\u00e6rum \u00f3tolandi umst\u00f8\u00f0urnar \u00ed oy\u00f0im\u00f8rkini yvirlivdu bert tey sterku \u00ed sinni og skinni, bert tey sterku megna\u00f0u fer\u00f0ina.\u201d<\/em><\/p>\n<\/blockquote>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong>Framt\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Gaiu<\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">Hitalagi\u00f0 \u00e1 j\u00f8r\u00f0ini er \u00ed javnv\u00e1g, solei\u00f0is at skilja, at um ta\u00f0 ver\u00f0ur eitt sindur ov heitt ella kalt, so henda nakrar tilgongdir, so at hitalagi\u00f0 kemur aftur \u00e1 beint. Til d\u00f8mis, gerst ta\u00f0 ov heitt, so ver\u00f0ur gr\u00f3\u00f0urin meira, og hann bindir kolevni, so ta\u00f0 ver\u00f0ur minni CO<sub>2<\/sub> \u00ed atmosferuni, og harvi\u00f0 minni vakstrarh\u00fas\u00e1rin. Hetta er tann nat\u00farliga skipanin, og ta\u00f0 er ta\u00f0 bundna kolevni\u00f0, i\u00f0 vit hava n\u00fdtt sum brennievni, i\u00f0 n\u00fa gevur trupulleikar, t\u00ed vit br\u00faka ta\u00f0 n\u00f3gv skj\u00f3tari enn Gaia er f\u00f8r fyri at taka \u00edm\u00f3ti t\u00ed aftur. <\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">Hetta hevur so vi\u00f0 s\u00e6r, at javnv\u00e1gin ver\u00f0ur forskotin, og vit kunnu rokna vi\u00f0 at ta\u00f0 gerst munandi heitari, i\u00f0 hvussu er 4\u00b0C. Ta\u00f0 er t\u00f3 ikki fyrstu fer\u00f0 at sl\u00edkt hendir, og heldur ikki fyrstu fer\u00f0, at ta\u00f0 er ein \u00e1v\u00eds vera, sum er ors\u00f8k til umfatandi ve\u00f0urlagsbroytingar. Tann kanska \u00e1lvarsligastu hendingin \u00ed so m\u00e1ta var, t\u00e1 gr\u00f8nalgurnar komu fram og f\u00f3ru at br\u00faka s\u00f3larorku. J\u00f8r\u00f0in \u00e1\u00f0renn gr\u00f8nalgur\/plantur var heit, og atmosferan hev\u00f0i n\u00f3gv metan og CO<sub>2<\/sub>. Hetta umgj\u00f8rdu planturnar til oxygen, i\u00f0 sum kunnugt er ein fortreyt fyri at kunna kynda eld \u2013 og ta\u00f0 dugdu menniskjuni at br\u00faka.<\/span><\/p>\n<blockquote>\n<p class=\"MsoNormal\"><em>\u201c\u00c1\u00f0renn vit<span>\u00a0 <\/span>f\u00f3ru at br\u00faka t\u00f8kni, v\u00f3ru vit f\u00f8\u00f0i hj\u00e1 \u00f3teljandi verum, b\u00e6\u00f0i st\u00f3rum og sm\u00e1um, sum hildu okkara tali ni\u00f0ri. Sostatt var Gaia \u00ed javnv\u00e1g, t\u00ed ongin vera slapp at margfaldast uttan fyrilit. Men t\u00e1 okkara forfedrar byrja\u00f0u at br\u00faka eld at matgera \u00e1, fekk ein h\u00f3pur av sm\u00e1verum, fr\u00e1 virusum til ma\u00f0kar, ikki longur teirra n\u00e1tt\u00farligu f\u00f8\u00f0i. Skj\u00f3tt varna\u00f0ust vit, at um eldurin slapp at brenna alla n\u00e1ttina, so helt hann burtur lj\u00f3num og tikarum, og at enda f\u00f3ru vit at brenna ni\u00f0ur sk\u00f3gir fyri at gera ta\u00f0 l\u00e6ttari at vei\u00f0a og at sl\u00f3\u00f0a fyri landb\u00fana\u00f0i og velting. Hesar hendingar fyri fleiri hundra\u00f0t\u00fasund \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani ey\u00f0merkja t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0, t\u00e1 vit brutu reglurnar hj\u00e1 Gaiu og onki tamarhald longur var \u00e1 f\u00f3lkatalinum. S\u00ed\u00f0ani t\u00e1 hava vit hildi\u00f0 fram at br\u00f3ta reglurnar.\u201d<\/em><\/p>\n<\/blockquote>\n<p class=\"MsoNormal\">Ikki \u00f8ll eru samd \u00ed, at ve\u00f0urlagi\u00f0 er vi\u00f0 at broytast. M.a. hevur veri\u00f0 v\u00edst \u00e1, at ta\u00f0 er ikki vor\u00f0i\u00f0 heitari seinastu \u00e1rini. \u00cd b\u00f3kini hj\u00e1 James Lovelock ver\u00f0ur fer\u00f0 eftir fer\u00f0 v\u00edst \u00e1, at \u00edsurin \u00e1 Nor\u00f0p\u00f3linum er vi\u00f0 at br\u00e1\u00f0na, og hann sammetir henda \u00eds vi\u00f0 \u00edsterningin \u00ed einum glasi. So leingi nakar \u00edsur er eftir, er drykkurin \u00ed glasinum kaldur, men t\u00e1 allur \u00edsurin er br\u00e1\u00f0na\u00f0ur, so hitnar drykkurin skj\u00f3tt. \u00cdsurin \u00e1 p\u00f3lunum br\u00e1\u00f0nar skj\u00f3tari enn v\u00e6nta\u00f0, umframt at vatnst\u00f8\u00f0an \u00ed havinum veksur skj\u00f3tari enn rokna\u00f0 hevur veri\u00f0 vi\u00f0.<\/p>\n<p class=\"MsoNormal\">\u00a0<\/p>\n<figure id=\"attachment_181\" style=\"width: 300px\"  class=\"wp-caption alignnone\"><a rel=\"attachment wp-att-181\" href=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/archives\/179\/icehole\"><img decoding=\"async\" loading=\"lazy\" class=\"size-medium wp-image-181\" title=\"icehole\" src=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/icehole-300x255.gif\" alt=\"Gula strikan v\u00edsir hvussu n\u00f3gv st\u00f8rri \u00edsurin var \u00ed 1986 sammett vi\u00f0 2008.\" width=\"300\" height=\"255\" \/><noscript><img decoding=\"async\" class=\"size-medium wp-image-181\" title=\"icehole\" src=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/icehole-300x255.gif\" alt=\"Gula strikan v\u00edsir hvussu n\u00f3gv st\u00f8rri \u00edsurin var \u00ed 1986 sammett vi\u00f0 2008.\" width=\"300\" height=\"255\" \/><\/noscript><\/a><figcaption class=\"wp-caption-text\">Gula strikan v\u00edsir hvussu n\u00f3gv st\u00f8rri \u00edsurin var \u00ed 1986 sammett vi\u00f0 2008.<\/figcaption><\/figure>\n<p>\u00a0<\/p>\n<p>\u00a0<\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">Spurningurin er, um ta\u00f0 ikki longu er ov seint at venda gongdini, uttan mun til hvussu n\u00f3gv vit minka um \u00fatl\u00e1ti\u00f0. Ta\u00f0 merkir t\u00f3 ikki endan \u00e1 Gaiu, men ta\u00f0 kann v\u00e6l merkja endan \u00e1 manna\u00e6ttini. S\u00ed\u00f0an l\u00edvi\u00f0 upprann, eru h\u00f3pin av n\u00fdggjum sl\u00f8gum komin til, og h\u00f3pin av sl\u00f8gum eru \u00fatdey\u00f0 \u2013 fer manna\u00e6ttin at ver\u00f0a eitt av teimum \u00fatdey\u00f0u sl\u00f8gunum, ella fara vit at ver\u00f0a upphavi\u00f0 til eitt n\u00fdtt slag, sum umframt at duga ta\u00f0 sum <em>vit<\/em><\/span><span lang=\"EN-GB\"> duga, eisini dugir at liva samb\u00e6rt treytunum hj\u00e1 Gaiu? Ta\u00f0 er v\u00f3nin hj\u00e1 James Lovelock, og t\u00ed vil hann, at dentur ver\u00f0ur lagdur \u00e1 at n\u00f8kur okkara yvirliva, so vit kunnu seta eitt n\u00fdtt og betri slag vi\u00f0.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong><\/strong><\/span><span lang=\"EN-GB\">J\u00f8r\u00f0in kann vi\u00f0 ver\u00f0andi hitalagi (\u00ed stutta t\u00ed\u00f0) hava 7 milliardir f\u00f3lk b\u00fagvandi \u2013 ta\u00f0 er pr\u00f3gva\u00f0 vi\u00f0 verandi f\u00f3lkatali \u2013 men hvussu n\u00f3gv kunnu liva \u00e1 eini 4\u00b0C heitari j\u00f8r\u00f0? James Lovelock er ikki bjartskygdur \u00ed so m\u00e1ta, og roknar vi\u00f0 at 100 milli\u00f3nir er marki\u00f0, um vit ikki finna h\u00f3skandi t\u00f8kni at l\u00edvbjarga fleiri vi\u00f0.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><strong>\u2026 og F\u00f8royar?<\/strong><\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\">James Lovelock nevnir, at um 20 til 30 \u00e1r fara tey st\u00f8rsti \u00f8kini sum eru h\u00f3skandi b\u00fa\u00f8ki at ver\u00f0a \u00ed nor\u00f0ur- og su\u00f0urtemperera\u00f0u \u00f8kjunum umframt tey arktisku \u00f8kini, hetta eru lond so sum Patagonia og su\u00f0ur Kili, Kanada, Siberia, Alaska, Nor\u00f0ureuropa, haruppi\u00ed Skandinavia. Harumframt eru oyggjar so sum Bretsku oyggjarnar, N\u00fd S\u00e6land, Tasmania og n\u00f3gvar sm\u00e6rri oyggjar spjaddar ymsasta\u00f0ni.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\"><span lang=\"EN-GB\"><span> <\/span>Henda fors\u00f8gnin lj\u00f3\u00f0ar ikki heilt galin fyri F\u00f8royar, t\u00f3 n\u00f3gv bygd \u00f8ki kunnu fara at standa undir \u00ed sj\u00f3gvi, um havi\u00f0 h\u00e6kkar so n\u00f3gv sum sagt ver\u00f0ur. Ein annar trupulleiki hj\u00e1 f\u00f8royingum ver\u00f0ur t\u00f3 samb\u00e6rt fors\u00f8gnunum hj\u00e1 James Lovelock, at ney\u00f0ugt ver\u00f0ur at vera sj\u00e1lvfors\u00fdnandi vi\u00f0 mati, t\u00ed \u00f8kini til matframlei\u00f0slu ver\u00f0a so avmarka\u00f0, at ongin fer at selja burturav s\u00ednum egna avmarka\u00f0a tilfeingi.<\/span><\/p>\n<p class=\"MsoNormal\">Sum heild ein sera d\u00f8pur framt\u00ed\u00f0arfors\u00f8gn, og vit mugu v\u00f3na at hon ikki gongur \u00fat. Livst so spyrst!<\/p>\n<p><!--EndFragment--><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>J\u00f8r\u00f0in er \u00e1lvarsliga sj\u00fak, og ta\u00f0 eru menniskjuni i\u00f0 hava elvt sj\u00fakuna. Serliga er ta\u00f0 f\u00f3lkatali\u00f0 sum er ov st\u00f3rt. Sj\u00e1lvandi kundu vit broytt okkara n\u00fdtslu, og ikki troytt tilfeingi\u00f0 so n\u00f3gv sum vit gera, og \u00f8ll ver\u00f0i\u00f0 vegetarar, men alt hetta er \u00edm\u00f3ti okkara n\u00e1tt\u00faru. Vit eru sum vit eru, og t\u00ed er helst ongin v\u00f3n fyri at vit megna at minka so n\u00f3gv um vakstrarh\u00fasgassini, at ta\u00f0 munar. Framt\u00ed\u00f0ar\u00fatlitini eru ikki g\u00f3\u00f0: roknast kann vi\u00f0 at meginparturin av [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":2,"featured_media":0,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_monsterinsights_skip_tracking":false,"_monsterinsights_sitenote_active":false,"_monsterinsights_sitenote_note":"","_monsterinsights_sitenote_category":0,"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_post_was_ever_published":false,"_members_access_role":[],"_members_access_error":""},"categories":[136],"tags":[],"class_list":["post-2898","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-climate-change"],"yoast_head":"<!-- This site is optimized with the Yoast SEO plugin v28.1 - https:\/\/yoast.com\/product\/yoast-seo-wordpress\/ -->\n<title>Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt<\/title>\n<meta name=\"robots\" content=\"index, follow, max-snippet:-1, max-image-preview:large, max-video-preview:-1\" \/>\n<link rel=\"canonical\" href=\"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/\" \/>\n<meta property=\"og:locale\" content=\"en_GB\" \/>\n<meta property=\"og:type\" content=\"article\" \/>\n<meta property=\"og:title\" content=\"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt\" \/>\n<meta property=\"og:description\" content=\"J\u00f8r\u00f0in er \u00e1lvarsliga sj\u00fak, og ta\u00f0 eru menniskjuni i\u00f0 hava elvt sj\u00fakuna. Serliga er ta\u00f0 f\u00f3lkatali\u00f0 sum er ov st\u00f3rt. Sj\u00e1lvandi kundu vit broytt okkara n\u00fdtslu, og ikki troytt tilfeingi\u00f0 so n\u00f3gv sum vit gera, og \u00f8ll ver\u00f0i\u00f0 vegetarar, men alt hetta er \u00edm\u00f3ti okkara n\u00e1tt\u00faru. Vit eru sum vit eru, og t\u00ed er helst ongin v\u00f3n fyri at vit megna at minka so n\u00f3gv um vakstrarh\u00fasgassini, at ta\u00f0 munar. Framt\u00ed\u00f0ar\u00fatlitini eru ikki g\u00f3\u00f0: roknast kann vi\u00f0 at meginparturin av [&hellip;]\" \/>\n<meta property=\"og:url\" content=\"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/\" \/>\n<meta property=\"og:site_name\" content=\"Heimurin samb\u00e6rt Brekkustovu\" \/>\n<meta property=\"article:published_time\" content=\"2009-03-11T04:08:07+00:00\" \/>\n<meta property=\"og:image\" content=\"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif\" \/>\n<meta name=\"author\" content=\"brekkustova\" \/>\n<meta name=\"twitter:card\" content=\"summary_large_image\" \/>\n<meta name=\"twitter:label1\" content=\"Written by\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data1\" content=\"brekkustova\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:label2\" content=\"Estimated reading time\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data2\" content=\"11 minutes\" \/>\n<script type=\"application\/ld+json\" class=\"yoast-schema-graph\">{\"@context\":\"https:\\\/\\\/schema.org\",\"@graph\":[{\"@type\":\"Article\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#article\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/\"},\"author\":{\"name\":\"brekkustova\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/9af9ed3930fe6c2a800dbead7f4bf4d4\"},\"headline\":\"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt\",\"datePublished\":\"2009-03-11T04:08:07+00:00\",\"mainEntityOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/\"},\"wordCount\":2127,\"commentCount\":0,\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"http:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2009\\\/03\\\/facegaia.gif\",\"articleSection\":[\"Climate change\"],\"inLanguage\":\"en-GB\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"CommentAction\",\"name\":\"Comment\",\"target\":[\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#respond\"]}]},{\"@type\":\"WebPage\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/\",\"name\":\"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/#website\"},\"primaryImageOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#primaryimage\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"http:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2009\\\/03\\\/facegaia.gif\",\"datePublished\":\"2009-03-11T04:08:07+00:00\",\"author\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/9af9ed3930fe6c2a800dbead7f4bf4d4\"},\"breadcrumb\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#breadcrumb\"},\"inLanguage\":\"en-GB\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"ReadAction\",\"target\":[\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/\"]}]},{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-GB\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#primaryimage\",\"url\":\"http:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2009\\\/03\\\/facegaia.gif\",\"contentUrl\":\"http:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2009\\\/03\\\/facegaia.gif\"},{\"@type\":\"BreadcrumbList\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/2009\\\/03\\\/11\\\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\\\/#breadcrumb\",\"itemListElement\":[{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":1,\"name\":\"Home\",\"item\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/\"},{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":2,\"name\":\"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt\"}]},{\"@type\":\"WebSite\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/#website\",\"url\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/\",\"name\":\"Heimurin samb\u00e6rt Brekkustovu\",\"description\":\"\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"SearchAction\",\"target\":{\"@type\":\"EntryPoint\",\"urlTemplate\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/?s={search_term_string}\"},\"query-input\":{\"@type\":\"PropertyValueSpecification\",\"valueRequired\":true,\"valueName\":\"search_term_string\"}}],\"inLanguage\":\"en-GB\"},{\"@type\":\"Person\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/9af9ed3930fe6c2a800dbead7f4bf4d4\",\"name\":\"brekkustova\",\"image\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-GB\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/cbd887f4ea81cadfaf0f1183fc8daf9327e50f476a440968322f45abc87244c8?s=96&d=mm&r=g\",\"url\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/cbd887f4ea81cadfaf0f1183fc8daf9327e50f476a440968322f45abc87244c8?s=96&d=mm&r=g\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/cbd887f4ea81cadfaf0f1183fc8daf9327e50f476a440968322f45abc87244c8?s=96&d=mm&r=g\",\"caption\":\"brekkustova\"},\"url\":\"https:\\\/\\\/brekku.stovu.net\\\/en\\\/author\\\/brekkustova\\\/\"}]}<\/script>\n<!-- \/ Yoast SEO plugin. -->","yoast_head_json":{"title":"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt","robots":{"index":"index","follow":"follow","max-snippet":"max-snippet:-1","max-image-preview":"max-image-preview:large","max-video-preview":"max-video-preview:-1"},"canonical":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/","og_locale":"en_GB","og_type":"article","og_title":"[:en]Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt[:] - Heimurin samb\u00e6rt Brekkustovu","og_description":"J\u00f8r\u00f0in er \u00e1lvarsliga sj\u00fak, og ta\u00f0 eru menniskjuni i\u00f0 hava elvt sj\u00fakuna. Serliga er ta\u00f0 f\u00f3lkatali\u00f0 sum er ov st\u00f3rt. Sj\u00e1lvandi kundu vit broytt okkara n\u00fdtslu, og ikki troytt tilfeingi\u00f0 so n\u00f3gv sum vit gera, og \u00f8ll ver\u00f0i\u00f0 vegetarar, men alt hetta er \u00edm\u00f3ti okkara n\u00e1tt\u00faru. Vit eru sum vit eru, og t\u00ed er helst ongin v\u00f3n fyri at vit megna at minka so n\u00f3gv um vakstrarh\u00fasgassini, at ta\u00f0 munar. Framt\u00ed\u00f0ar\u00fatlitini eru ikki g\u00f3\u00f0: roknast kann vi\u00f0 at meginparturin av [&hellip;]","og_url":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/","og_site_name":"Heimurin samb\u00e6rt Brekkustovu","article_published_time":"2009-03-11T04:08:07+00:00","og_image":[{"url":"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif","type":"","width":"","height":""}],"author":"brekkustova","twitter_card":"summary_large_image","twitter_misc":{"Written by":"brekkustova","Estimated reading time":"11 minutes"},"schema":{"@context":"https:\/\/schema.org","@graph":[{"@type":"Article","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#article","isPartOf":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/"},"author":{"name":"brekkustova","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/#\/schema\/person\/9af9ed3930fe6c2a800dbead7f4bf4d4"},"headline":"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt","datePublished":"2009-03-11T04:08:07+00:00","mainEntityOfPage":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/"},"wordCount":2127,"commentCount":0,"image":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif","articleSection":["Climate change"],"inLanguage":"en-GB","potentialAction":[{"@type":"CommentAction","name":"Comment","target":["https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#respond"]}]},{"@type":"WebPage","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/","url":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/","name":"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt","isPartOf":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/#website"},"primaryImageOfPage":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#primaryimage"},"image":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif","datePublished":"2009-03-11T04:08:07+00:00","author":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/#\/schema\/person\/9af9ed3930fe6c2a800dbead7f4bf4d4"},"breadcrumb":{"@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#breadcrumb"},"inLanguage":"en-GB","potentialAction":[{"@type":"ReadAction","target":["https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/"]}]},{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-GB","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#primaryimage","url":"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif","contentUrl":"http:\/\/brekku.stovu.net\/wp-content\/uploads\/2009\/03\/facegaia.gif"},{"@type":"BreadcrumbList","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/2009\/03\/11\/ein-heitur-og-turrur-heimur-vaentandi-og-tad-skjott\/#breadcrumb","itemListElement":[{"@type":"ListItem","position":1,"name":"Home","item":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/"},{"@type":"ListItem","position":2,"name":"Ein heitur og turrur heimur v\u00e6ntandi \u2013 og ta\u00f0 skj\u00f3tt"}]},{"@type":"WebSite","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/#website","url":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/","name":"Heimurin samb\u00e6rt Brekkustovu","description":"","potentialAction":[{"@type":"SearchAction","target":{"@type":"EntryPoint","urlTemplate":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/?s={search_term_string}"},"query-input":{"@type":"PropertyValueSpecification","valueRequired":true,"valueName":"search_term_string"}}],"inLanguage":"en-GB"},{"@type":"Person","@id":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/#\/schema\/person\/9af9ed3930fe6c2a800dbead7f4bf4d4","name":"brekkustova","image":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-GB","@id":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/cbd887f4ea81cadfaf0f1183fc8daf9327e50f476a440968322f45abc87244c8?s=96&d=mm&r=g","url":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/cbd887f4ea81cadfaf0f1183fc8daf9327e50f476a440968322f45abc87244c8?s=96&d=mm&r=g","contentUrl":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/cbd887f4ea81cadfaf0f1183fc8daf9327e50f476a440968322f45abc87244c8?s=96&d=mm&r=g","caption":"brekkustova"},"url":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/author\/brekkustova\/"}]}},"jetpack_featured_media_url":"","jetpack_sharing_enabled":true,"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2898","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/users\/2"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=2898"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2898\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=2898"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=2898"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/brekku.stovu.net\/en\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=2898"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}