Bøndur samsýning fyri at verja “kolevnisgoymslur”

Í Bretlandi eru røddir frammi um at bøndir skulu fáa samsýning fyri at varðveita torvheiðar og mold við nógvum kolevni í. Endamálið er at minka um CO2 útlátið, ásannandi at torvheiðarnir og hálendis-mold eru størstu kolevnagoymslurnar í Bretlandi. Tað er umsitingarstovnurin National Trust sum mælir til, at serliga bøndur við hálendis-festum skulu hava samsýning fyri at verja villini dýr, landsløg, vatn og kolevnisgoymslur, umframt at hava alidjór. Lendið skal ikki veltast! Hildið verður, at passaligt bit ger hesi hálendis-mold til kolevnagoymslur, har meira legst afturat hvørt ár. Er bitið ov stórt, so skrædnar svørðurin, og lendið hevur útlát við sær ístaðin. Við ongum biti er tó eisini væntandi, at lendið […]

Minnast tit hendan?

Ongantíð bleiv høvi at siga “minnast tit hesa”, tí tá “hon” stóð fyri tørni, bleiv búnin beindur á savn! Hon noktaði at umboða danska ríkið íklædd sum ein annar hani! Stórt spell, eftir mínum tykki, tí tað var tað mest spennandi við ólavsøkuskrúðgonguni at síggja amtmannin. Okkara børn sleppa ikki at síggja ríkisumboðsmannin íklæddan sum hana, og uppliva tignina sum harav stendur. Spurningurin er so hvørt búnarnir hjá føroyskum politikarum kunnu setast ístaðin. Fyri mín part, so haldi eg ikki…

Eitt rættiligt films-kubbi

Filmsfestivalurin, sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna, hevði henda síðsta seinnapartin savnað ein føroyskan koktail, og var hetta ein rættiligur fongur fyri ein films-ignorant sum meg: Uppá einans 2 tímar fekst ein rættilig hylling á hvat rørist á føroyska filmspallinum. Fari at nevna nøkur gullkorn her. Andrias Høgenni vísti eina sera góða mynd og søgu um ikki at vera seg sjálvur, at lata seg lynda tann ham sum samfelagið sum heild og tey sum eru kring okkum lata okkum í, men vísti á at tað ber til at blaka hamin. Morgunsmíl var heitið, og eg sat og hugleiddi í byrjanini, at maskurnar sum leikararnir bóru helst høvdu verið […]

Regn og nýggj sløg av hundalondum

Tað er ikki bert í Føroyum at tað hevur regnað illa. Eisini í Onglandi hevur regnað illa, og har hava tey sett váta og lýggja veðurlagið í samband við fleiri sløg av soppum sum ikki hava verið skrásett í Onglandi fyrr. Fyri ein part eru hesi nýggju sløg slík, sum trívast væl í nógvari vætu, og fyri ein part er tað slík sum eru komin fyri seg vegna teir munandi heitari vetrarnar. Onkrir av hesum soppum eru slíkir sum smakka væl, meðan aðrir eru eitrandi. Rættiliga fitt av soppum eru skrásettir at vera í Føroyum, men mær kunnugt er onki skipað arbeiði viðvíkjandi soppum gjørt í hesi øldini. Tær kanningar […]

Granskingin dumpað?

Fyri rúmari tíð síðani kunngjørdi fráfarni aðalstjórin í mentamálaráðnum Peter Petersen, at avtalan um at Føroyar kundu luttaka í 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES var komin undir land. Hetta vísti seg tíverri ikki at vera rætt. Síðani tá hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni havt spurningin frammi á politiskum støði, og politisk semja tykist vera um, at Føroyar skulu luttaka, har er tó eitt stórt men, og tað snýr seg um gjaldið. Grundarlagið undir rammuavtaluni er, at øll londini gjalda sín part, og síðani søkja øll londini á jøvnum føti, og tey við teimum bestu verkætlanunum fáa so verkætlanarpengar. Hava føroyingar góðar granskarar og góðar umstøður, so […]

Vísindaligt tilfar til døgurða!

Hóast, ella júst tí at eg fáist við soppar, geri eg ikki nógv av at fara út at henta fyri at eta teir. Hetta er serliga tí at tað altíð er vandi fyri at eyðmerkja onkran sopp skeivt. Eisini vísir tað seg, at “nýggjar kanningar vísa” at summir soppar, sum fyrr vórðu hildnir vera góðir matsoppar, í ávísum førum kunnu vera eitrandi. Hetta er ivaleyst tí at har eru fleiri sløg sum síggja heilt eins út. Í sambandi við verkætlanina at kanna hundalond í plantasjunum í Havn havi eg havt ta prinsipp, at tilfarið skal mátast, vigast og turkast fyri síðani at verða goymt. Hetta gevur møguleika seinni at eftirkanna […]

Kundin hevur altíð rætt – ella eru føroysk undantøk?

Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið frammi um at føroyingar ikki longer sleppa at útflyta fisk til Russlands, og sagt verður at trupulleikin er at partarnir eru ikki samdir um treytirnar. Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni halda føroyingar summi av krøvunum frá russum vera órímilig, og brúka tað argument at føroyingar lúka øll krøv sum EU setur. Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu verður m.a. sagt: “25. juli 2008.
 Eisini senda vit skriv til russisku myndugleikarnar umvegis donsku amabssaduna í Moskva, tann 25. juli 2008, har vit greiða teimum frá hvat ið vit hava gjørt síðani vit móttóku russisku frágreiðingina, og eisini verður lagt upp til, at fáa viðgjørt viðurskifti, sum ikki eru […]

Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

  Tjóðveldi(sflokkurin) varð 60 ár fyrr í ár, og ætlaðu at halda dagin. Tey lýstu tó ikki nóg væl við tiltakinum, og tí meldaðu ov fá til. Avgjørt varð at halda dagin seinni í heyst. Nú fer so at líða, og hóast baldrutan túr í dýrdarveðri, so situr flokkurin enn í stjórn. Men neyðugt hevur verið at svølgt nógvum kamelum, sum danir taka til. Kundi ikki bara mær at fara at leita upp á nótini hvørt kamelkjøt er etandi, og tað sigst smakka væl, nakað sum neyt. Tað verður selt í Onglandi, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki eisini at flutt tað til Føroyar. Spurningurin er so, hvørt limirnir […]

Hoydalar granskingardepil við Fróðskaparsetri og vísindaligum søvnum

Studentaskúlanæmingar gingu kravgongu at fáa nýggjan skúla. Hetta var 20. november 2007.   Eg hevði ein annan blogg, sum eg nú flyti yvir á wordpress, tí Google ikki finnur bloggsíðurnar hjá Apple. Hann er upprunaliga skrivaður 9. januar 2008. Nú Tjóðsavn Føroya er komið á borðið haldi eg, at hesin bloggur er ikki sørt aktuellur enn. Næmingarnir í Hoydølum tykjast halda at studentaskúlin í Suðurstreymoy skal liggja saman við hinum miðnámsútbúgvingunum, t.v.s. í Marknagili. Hetta er í samsvari við tær ætlanir sum arbeiðsbólkur hevur lagt fram, men sum nakrir fáir lærarar hava verið ímóti. Eftir at hava verið niðurpíndur í nógv, nógv ár, við ongum viðlíkahaldi, er bygningurin nú so forfallin, […]

Veðurlagsbroytingar: Stórt føroyskt metanútlát – Skulu vit hava kengurur heldur enn seyð?

  Smakkar væl, nakað sum hjørtur. Søgan sigur tó onki um hvørt kengurur rigga sum skerpikjøt.   Keldur til metan er fyrst og fremst smáverur sum virka uttan oxygen. Hesar eru nógvar í vátari mold, men eru eisini í jóturdjórum, so sum neyt og seyði. Hesi alidjór verða mett sum ein megin kelda til metanútlát (tað gongur av báðum endum hjá teimum). Rendi meg í eitt tilmæli um at gevast við at eta neyt og seyð, men heldur at halda seg til kengurur, tí tað minkar um metanútlátið. Tað hevði broytt raksturin nakað, vænti eg, um vit skuldu fingið kengurur í rætt heldur enn seyð! Hinvegin, so fer kanska einaferð […]