Home » Archivio per Categoria » Cultura

Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Frálíka framsýningin “Myndir í trúnni”, sum hongur uppi í Listaskálanum, gevur inspiratión til at hyggja í mítt egna myndasavn. Vit hava ofta hug at virðismeta mest teir lutir, sum eru torførir at fáa fatur á, so sum uppruna málningar og tekningar, men í hesum føri er tað eitt endurprent av verki, sum Gino Covili gjørdi […]

Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Fyri einum ári síðan hildu vit páskir í Krakow, og langa fríggjadag vóru vit í Auschwitz. Langi fríggjadagur hevur altíð verið ein dapur dagur í mínum huga, og hóskaði tí væl til at vitja ilgitnu týningarleguna. Ferðin til Auschwitz og Birkenau var samstundis ein ferð aftur til livandi frásagnirnar frá pólsku nunnunum í St. Frans […]

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Tað eydnaðist at sleppa út í Mykines til Fólkatónleikastevnuna, men tað var ikki meir, tí mær so líkt, so hevði eg ikki bílagt pláss við Jósup fleiri mánaðir frammanundan. Eykatúrurin kl. 12 var eisini útseldur. “Men,” sigur fryntliga konan í horninum, “vit arbeiða uppá at gera ein túr aftur kl. 14.” – Frálíkt, so eg […]

Nú er alt bara minnir

Nú er alt bara minnir

Vit eru nøkur starvsfólk á Námsvísindadeildini, sum eru farin á stevnu í London um telduútgerð og teldunýtslu til undirvísing. Framsýningin húsast í einum kendum sýningarstaði, nevnt ExCel, sum liggur úti í “Royal Docks”. Hesar dokkirnar hildu uppat at virka í 1981, tí bringjuvirksemi kravdi meira enn hvat henda gamla havnin megnaði. Nú verður plássið nýtt […]

Tað hjálpir at treiskast!

Tað hjálpir at treiskast!

Havi verið til Rolling Stones konsert í Hyde Park. Synd at siga at tað var eg sum fekk hugskotið, tí eg havi ongantíð lurtað serliga nógv eftir Rolling Stones. Eg lurtaði eftir øðrum bólkum, so sum The Who, Deep Purple, Strawbs v.m. Treyðugt so, havi ikki nakað ímóti Rolling Stones, og havi hoyrt rættiliga nógv […]

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, […]

Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Vár í Ólavstovu staðfestir, at akademiska málið og akademiska samskiftið alt meira verður enskt. Lesið hennara viðgerð av føroyskum sum móðurmálslærugrein í mun til danskt og enskt.

Royala Brekkustova

Royala Brekkustova

So er Ólavsøkan farin aftur um bak, og gerandisdagurin er við at fáa fastatøkur á okkum aftur. Góð var hon, men onki kemur av ongum, so eisini hjá okkum skuldi nakað av stákan til. Ein partur av stákanini var at fáa bilbukt við einum pakka ið Drós sendi heim nú hon var liðug á Kunsthøjskolen […]