This post is also available in:
Skotskir bispar seta orð á etiskar avbjóðingar, sum eisini eru viðkomandi í Føroyum. Teir minna á skylduna at verja tey veikastu og byggja eitt rættvíst samfelag. Eru vit til reiðar at taka hesa ábyrgd, og sæst tað aftur í føroyska valstríðnum?
Í hesum valtíðum kom eg av tilvild fram á eitt skriv, sum katólskir bispar í Skotlandi hava útgivið í sambandi við valið til skotska parlamentið tan 7. mai í ár. Her minna bisparnir okkum á okkara ábyrgd sum samfelagsborgarar og sum kristin. Teir ásanna at kirkjan og politiska samfelagið hava hvør sín leiklut, men at bæði tæna tí góða í hvørjum eintøkum okkara.
Bisparnir vísa á, at í Skotlandi eru nógvir útsettir bólkar: ófødd børn; eldri; fátæk fólk; fólk við breki ella við sálarligum trupulleikum; fólk við misnýtslu; offur fyri nútíðar trælahaldi; tilflytarar; sjálvmorðshótt fólk; og offur fyri kriminaliteti.
Bisparnir heita á fólk hugsið um meginreglurnar í katólsku samfelagslæruni – menniskjavirði, felags gagn, samhaldsfesti og nærleikaprinsippið – sum kasta ljós á megin etisku málini í okkara tíð:
- verju av lívinum frá gitnaði til náttúrligan deyða
- styrking av hjúnalagi og familjulívi
- umsorgan fyri fátækum og veikum
- rættvísar og burðardyggar búskaparligar umstøður
- atkomulig heilsutænasta
- at steðga nútíðar trælahaldi
- arbeiði fyri friði og stuðul til fátæk lond
- umsorgan fyri skaparverkinum
- verju av trúarfrælsi og samvitskufrælsi
Í Føroyum eru nógv av somu avbjóðingunum. Tað er kent, at katólska kirkjan er ímóti aborti, men í Skotlandi eru tað serliga seinabortarnir tey stríðast við, og so eru tey eisini sera ørkymlað av gongdini við aktivari deyðshjálp. Har eru vit ikki komin enn. Katólska kirkjan hevur eisini stórt fokus á hjúnalagið og familjulívið.
Tað eru ábendingar í Føroyum um, at gjógvin millum rík og fátæk økist, og flestu okkara munnu ásanna, at okkara búskaparligu umstøður hvørki eru rættvísar ella burðardyggar. Fólk fáa ikki bústað, bæði tí teir vanta, og tí teir eru vorðnir so dýrir, at ung fólk og barnafamiljur hava ikki møguleika at rinda tað sum krevst, um tey eru so heppin at fáa fatur á einum bústaði. Heldur ikki á heilsuøkinum stendur serliga væl til, vit hoyrdu júst frá forkvinnuni í kommunulæknafelagnum at fólk sum hava egnan kommunulækna, liva í miðal 5 ár longur enn tey, sum ikki hava. Í Føroyum eru nógv sum ikki sleppa at melda seg til hjá kommunulækna, tí allar viðtalur eru fult teknaðar.
Trælahald er eitt fyribrigdi, sum eg helt var sloppið undan fyri hundrað árum síðani, men tíverri er ikki so, tað hevur bara broytt skap. Ofta eru flóttafólk offur fyri kriminellum fólkum, sum útnytta tey bæði innan prostitutión og narkotengt virksemi, men vit kunnu eisini seta spurning við, um ikki eisini tað, at niðurbinda fólk í skuld, eisini er eitt slag av trælahaldi.
Og hví hava vit so flóttarfólk? Tað er ofta vegna krígsstøður, turk ella hungursneyð. Onkuntíð hava vit hoyrt mælt til politiskar loysnir, so sum at vit skulu hjálpa teimum har tey eru, men tað gongst helst so sum so við tí hjálpini, tí Føroyar brúka nógv minni enn hini Norðurlondini til neyðhjálp og annan stuðul til fátæk lond.
Umsorgan fyri skaparverkinum, ella náttúru- og umhvørvisvernd, sum tað eisini eitur, hevur eisini avmarkaða raðfesting. Partur av hesum er ikki at hava ránsveiðu, men at ansa eftir stovnum bæði á sjógvi og landi. Francis pávi gav í 2015 út ritið Laudato Si, sum júst vísti á, hvussu tað er okkara kristna skylda at fara væl um skaparverkið.
Og so koma vit til síðsta punktið í listanum hjá bispunum, sum er um trúarfrælsi. Her kann ikki sigast annað, enn at vit í Føroyum hava eitt lívligt kjak um hetta, og tað tykjast vera nógv sum halda, at muslimska trúgvin má ikki fáa fótin fyri seg her á okkara oyggjum. Vit hava annars loyvt nógvum ymsum trúarsløgum, uttan tey heilt stóru mótmælini, t.d. katolikkar, adventistar, jødar, og lutvíst eisini Jehova og Bahaí. Formliga man fólkakirkjan helst eisini viðurkenna trúarfrælsi eins og katólska kirkjan, sum verjir trúarfrælsi sum eini grundleggjandi menniskjarættindi, og hetta fevnir eisini um rættin hjá muslimum og øðrum trúgvum at útinna sína trúgv.
Føroyska valstríðið 2026 hevur lutvíst snúð seg um etisk viðurskifti, men serliga hevur verið fokus á búskaparligt haldføri, ella rættari vantandi búskaparligt haldføri. Flóttafólk og tilflytarar annars hava verið nevnd, men mest hevur orðaskiftið snúð seg um, hvussu vit kunnu forða fyri, at onnur enn tey, sum skulu brúkast til arbeiðsmegi, koma til landið. Náttúru- og umhvørvisviðurskifti vóru viðgjørd á fundi hjá FNU, men flestu flokkar sýndu ikki stóran áhuga fyri at verja náttúruna. Og so eru tað muslimarnir, teir mugu helst ikki sleppa til landið – og til tess at tryggja hetta, er tørvur á bæði fólkatings- og løgtingssessum.

