This post is also available in:
Tølini frá løgtingsvalinum 2026 vísa, at eisini veljaramentanin er ein munandi partur av javnstøðuavbjóðingini
Av teimum 160 uppstillaðu valevnunum vóru 99 menn og 61 kvinnur. Hetta svarar til eitt prosentbýti á 62% menn og 38% kvinnur, t.v.s. at tá hugt verður eftir øllum flokkunum saman, so eydnaðist ikki at koma inn um gluggan á 60/40, sum verður mett sum minstamát fyri javnstøðu sambært Demokratia, sum eisini vísir á, at full javnstøða er 50/50.
Tað er tann eini parturin av at tryggja javnstøðu. Tað er tó ikki nóg mikið við uppstilling og valevnum, tí valið hjá veljaranum hevur eisini ávirkan á hvørjar røddir sleppa framat í okkara demokratisku skipan.
Vit síggja í valúrslitunum frá løgtingsvalinum 2026, at kvinnur fáa færri atkvøður enn menn. Í miðal fáa kvinnur 186 atkvøður, meðan menn fáa 226 atkvøður. Hesin munur ger, at fleiri menn enn kvinnur verða valdir. Av 99 uppstillaðum monnum vórðu 23 valdir, ella 23%, meðan av 61 uppstillaðum kvinnum vórðu 10 valdar, ella 16%.
Í flestu flokkum fáa uppstillaðu mannfólkini fleiri atkvøður í miðal enn konufólkini, men ikki í øllum. Hjá Framsókn, Tjóðveldi og Sjálvstýri fáa kvinnurnar í miðal fleiri atkvøður enn menninir. Bæði Tjóðveldi og Framsókn hava tað til felags, at flokkarnir stóðu seg betri í miðstaðarøkinum enn úti kring landið, so hetta bendir á, at ein partur av frágreiðingini kann vera, at kvinnur hava torførari við at fáa atkvøður uttanfyri miðstaðarøkið.
Hesi tølini vísa, at avbjóðingin við javnstøðu ikki einans liggur hjá flokkunum, men eisini hjá veljarunum, og bendir á, at veljaramentanin er ymisk bæði geografiskt og politiskt.

Atkvøðubýtið hjá øllum valevnunum býtt upp eftir kyni. Bláu stabbarnir ytst til høgru fara undir ásin tá kvinnur í miðal fáa fleiri atkvøður enn menn.

