Ósjónligu valdømini

This post is also available in: English Faroese (Faroe Islands)

Hóast farið varð frá valdømunum fyri skjótt 20 árum síðan, tykjast tey framvegis at liva víðari í veljaraatferðini. Henda atferð kann eisini hava ávirkan á javnstøðuna.

Javnan hoyrist, serliga frá eldri politikarum, at vit eiga at fara aftur til gomlu valdømini, soleiðis at ymsu økini fáa umboðan á tingi. 

Tá skipanin við sjey valdømum varð avtikin, og landið gjørdist eitt samlað valdømi, hevði tað við sær eina týðiliga broyting: kvinnuumboðanin batnaði munandi. Hetta vísir, at sjálv skipanin hevði týdning fyri hvør slapp framat.

Kortini tykist stígur at vera komin í, og kvinnuumboðanin er framvegis lægri enn í grannalondunum, og spurningurin er tí, um vit eru leys av valdømisskipanini, ella um hon framvegis livir víðari sum eitt óformligt mynstur í veljaraatferðini.

Løgtingsvalið 2026 – umroknað til valdømi

Ein leyslig útrokning frá valúrslitunum til løgtingsvalið 2026, har valevnini eru bólkað eftir bústaði, gevur eina ábending um hetta. Útrokningin skal takast við fyrivarni, tí í summum førum er neyðugt at gera eina meting av bústaði. Uttan mun til, so gevur hon eina áhugaverda mynd.

Tølini í talvuni niðanfyri vísa, at øll valdømini eru umboðað – uttan Sandoy, sum tó kann fáa umboð gjøgnum eykafólk. Atkvøðubýtið í mun til valdømini er sett upp í talvuni niðanfyri. Meðan valdømisskipanin var í gildi, var ofta gjørt vart við, at býtið av løgtingslimum ikki var rættvísandi. Víst varð á, at Suðurstreymoy hevði einans 8 umboð, og at tað ikki samsvaraði veljaratalinum. Síðan tá er fólkasamansetingin í økjunum munandi broytt, og tað sæst millum annað eisini í, at Suðurstreymoy nú er ein so mikið stórur partur av veljarafjøldini, at um løgtingsfólkabýtið skuldi verið roknað javnt, so skuldi Suðurstreymoy havt 14 løgtingslimir.

Valdømi% av atkvøðunumUmroknað til løgtingslimirValdir tinglimir í mun til bústað hjá valevnum
Suðuroy9%35
Sandoy3%10
Vágar6%23
Suðurstreymoy41%1412
Norðurstreymoy7%23
Eysturoy22%75
Norðoyggjar12%45

Talvan vísir, at um vit høvdu farið aftur til gomlu valdømisskipanina, hevði verið neyðugt við einum nýggjum býti av tinglimum, fyri at tryggja javnt virði á atkvøðunum.

Samanbera vit hetta við verandi býti, síggja vit, at fleiri øki eru yvirumboðað, eitt nú Suðuroyggin, Vágar, Norðstreymoy og Norðoyggjar, meðan Sandoyggin, Suðurstreymoy og Eysturoy eru undirumboðað. Hetta er tó ikki ólíkt tí býti, sum sást undir gomlu skipanini við valdømum.

Hetta bendir á, at hóast skipanin við valdømum formliga er tikin av, so virkar hon framvegis sum ein óformlig skipan í veljaraatferðini.

Velja veljarar framvegis lokalt?

Ein av høvuðsendamálinum við at gera Føroyar til eitt valdømi var at geva veljarunum frælsi at velja umboð úr øllum landinum. Men tølini benda á, at hetta frælsið bert í avmarkaðan mun verður nýtt.

Greiningar vísa, at veljarar í stóran mun velja valevni úr egnum øki. Tá veljarar savna seg um eitt valevni, er tað í mongum førum eitt einstakt valevni, sum fær ein stóran part av atkvøðunum í økinum. Dømi um hetta eru valevni sum Helgi Abrahamsen, Atli F. Johansen og Bjarni Hammer, sum hava fingið ein stóran part av sínum atkvøðum úr einum einstøkum øki.

Við øðrum orðum: formliga er landið eitt valdømi – men í praksis tykjast fleiri smá, ósjónlig valdømi framvegis at stýra atkvøðunum.

Javnstøða – ikki bara ein spurningur um uppstilling

Sum umrøtt í aðrari grein, hevur henda veljaraatferð eisini beinleiðis avleiðingar fyri javnstøðuna. Valúrslitið vísti, at kvinnur í miðal fáa færri atkvøður enn menn. Kvinnur fingu í miðal 186 atkvøður, meðan menn fingu 226. Hetta ger, at fleiri menn verða valdir: 23% av monnum vórðu valdir, samanborið við 16% av kvinnunum.

Í flestu flokkum fáa menn fleiri atkvøður enn kvinnur, men ikki í øllum. Hjá Framsókn og Tjóðveldi fáa kvinnur í miðal fleiri atkvøður enn menn. Tað er áhugavert, at hesir flokkar eisini standa seg betur í miðstaðarøkinum, og hetta bendir á, at kvinnur hava betri møguleikar har enn í smærri økjunum kring landið.

Ósjónlig valdømi – eisini ein kynsspurningur

Við støði í greiningunum omanfyri sæst ein greið mynd:

  • Veljarar velja í stóran mun lokalt
  • Lokal mobilisering savnar seg ofta um einstøk valevni
  • Hesi eru ofta menn

Harvið fáa vit eina skipan, har geografisk veljaraatferð og kyn hanga saman.

Tað merkir, at hóast skipanin við valdømum er avtikin, so kann hon framvegis hava eina óbeinleiðis ávirkan á javnstøðuna. Ikki tí at reglurnar krevja tað – men tí at veljaramentanin ger tað.

Fyri at taka samanum, so vísa tølini frá løgtingsvalinum 2026 at avbjóðingin við javnstøðu ikki einans liggur hjá flokkunum og teirra uppstillingum. Hon liggur eisini í atferðini hjá veljaranum.

Harumframt bendir nógv á, at Føroyar framvegis eru býttar upp í óformlig valdømi – ikki á pappírinum, men í praksis.

Javnstøða steðgar sostatt ikki við uppstillingini. Hon verður avgjørd í sjálvari atkvøðuni – og í teimum ósjónligu valdømunum, sum framvegis mynda valúrslitið.

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

Zeen Subscribe
A customizable subscription slide-in box to promote your newsletter
[mc4wp_form id="314"]
This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.