Ovastevnan: Burðardygd, siðvenja og ágangandi høsn

This post is also available in: Faroese (Faroe Islands)

So er Ovastevnan 2026 farin afturum – aftur ein væleydnað stevna, og í ár var veðrið viðleikari. Tað gjørdi løtuna í urtagarðinum hjá Maud Vang Hansen serliga góða, har vit fyrst fingu ein sera áhugaverdan túr við frásagnum um siðbundna matmentan, sum snúði seg um køstar, súrhoyggjabrunnar, fjøruna og eisini um forvitnisligu toftirnar uppi yvir Malarenda, har tey turkaðu seið í sera gomlum døgum, men har tey nú eru við at endurreisa hesar bygningarnar. Frágreiðingin snúði seg eisini um tey sum einki áttu, um sjálvsvirðing og um sjálvbjargni. Alt gekk upp í eina hægri eind. Maud hevur í nú skjótt nógv ár arbeitt við køkshavanum, og gjørt nógvar royndir við at dyrka grønmeti, og at gagnnýta tað til fulnar. Tað kemur henni til gagns nú í hennara virksemi innan heimablídni.

Maud greiðir frá um urtagarðin. Á høvdini longur burtur síggjast toftirnar eftir húsunum tey turkaðu seið í, og eini endurbygd hús.

Í ár var tað Leivur Hansen, tíðindamaður, fyrrverandi borgarstjóri og nú limur í eldraráðnum. Leivur hevði eina sera upplýsandi og hugtakandi setanarrøðu um Ova Joensen, sum hann kendi væl, og um søguna hjá Ovastevnuni, sum skuldi brúkast til at fíggja ynski hjá Ova Joensen um at staðseta ein svimjihyl í Nólsoy. Tað er nakað síðan at farið varð burtur frá hesum endamálinum, og seinastu árini hevur verið virkað fyri at stovna eitt Ovasavn. Hesum hava tey rokkið, so hvat skal yvirskotið av Ovastevnuni nú brúkast til? Her var komið inn á serliga eyðkennið við Ovastevnuni at meginparturin er ókeypis. Tí er ikki talan um serliga stórt yvirskot, tó so, okkurt er, og tað skal brúkast til at bøta um trivnaðin í bygdini. Sigast má, at nólsoyingar eru virknir, og partur av ókeypis tiltøkunum til børn var hildin á økinum, har tey vilja gera eina leikalund. 

Havnar Hornorkestur spældi undan setanarrøðuni. Her stendur Leivur Hansen og bíðar eftir at sleppa fram at seta Ovastevnuna 2026.
Í Leikalund vóru hópin av tiltøkum fyri børn, bæði tónleikaframførslur, felagssangur, søgur og undirhald.

Ein fastur táttur á Ovastevnuni er svimjingin um Nólsoyarfjørð. Í ár svumu átta mans um fjørðin, og onkur teirra hevur svomið øll árini. Teir brúktu umleið tveir tímar um 4 km langa túrin – við bátinum tekur túrurin hálvan tíma, so tað er væl svomið. Á portal.fo eru myndir hjá Ólavi Frederiksen av tá teir fóru avstað.

Svimjararnir verða róptir upp at fáa heiðursmerki.
Svimjararnir vórðu heiðraðir við lógvabrestum og heiðursmerkjum.

Siglir tú lívsins hitt stormandi hav…

Ein annar fastur táttur á Ovastevnuni er útimøti hjá Frelsunarherinum. Tey megna at seta góðan stemning, hava nógvar góðar, ramligar og kendar sangir, og tey eru heldur ikki bangin fyri at vera eitt sindur speisom. Tað gav at bíta tá boðað varð frá, at nú fóru tey at syngja “siglir tú lívsins hitt stormandi hav”. Røðarin hugdi út yvir fjøldina, og út á allar bátarnar sum lógu á vánni, og helt, at hesin sangurin eigur at vera sera viðkomandi hjá øllum hesum siglandi fólkunum… So drálaði hann eitt sindur á, og legði so afturat eitt sindur speisamur, ja, í hesum luksusbátunum, gardinbátunum – og tað ljóðaði sum ivaðist hann í hvussu nógvan vandasjógv hesir bátarnir sigldu. Tó so, sangurin er ikki um bátar og sjógvin, men um lívið, og teir brotasjógvar vit har møta, so við góðum treysti varð sungið: Steðga nú, vinur! Tú veitst ikki av, fyrr enn teg deyðin kann taka í favn; ov seint er tá til at leita í havn.

Frelsunarherurin hevur eitt heilt serstakt ljóð, tá tey syngja fleirraddað, her syngja tær “Undurfulla land”.

Ansið tykkum fyri ágangandi hønum!

Rættiliga nógvar hønur eru í Nólsoy, og tú finnur enntá eitt skelti sum ávarar um ágangandi høsn. Tí er kanska ikki so løgið, at høsn eru partur av myndevnunum hjá staðbundnu listafólkunum, sum vísa fram á listaframsýningini, sum eisini er vorðin fastur táttur á Ovastevnuni. Stuttligar og hugkveikjandi myndir, har djór ofta eru myndevni, men eisini síggja vit, at myndevnini í dag líkjast nógv teimum, sum Steffan Danielsen læt seg kveikja av, við útsýni yvir hús og húsatekjur.

Nógvar myndir vóru á listaframsýningin í gamla pakkhúsi, bæði málningar og fotomyndir.

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.