Home » Archives by category » Mentan (Page 2)

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, […]

Grátandi mamman og deyði sonurin

Grátandi mamman og deyði sonurin

“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan […]

Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Vár í Ólavstovu staðfestir, at akademiska málið og akademiska samskiftið alt meira verður enskt. Lesið hennara viðgerð av føroyskum sum móðurmálslærugrein í mun til danskt og enskt.

Royala Brekkustova

Royala Brekkustova

So er Ólavsøkan farin aftur um bak, og gerandisdagurin er við at fáa fastatøkur á okkum aftur. Góð var hon, men onki kemur av ongum, so eisini hjá okkum skuldi nakað av stákan til. Ein partur av stákanini var at fáa bilbukt við einum pakka ið Drós sendi heim nú hon var liðug á Kunsthøjskolen […]

Bubbi og ungir jazzarar

Á konsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið var Bubbi Morthens aftur ein mótmælissangari, hesaferð móti teimum sum hava ábyrgdina av íslendsku bankakreppuni. Eisini aðrar tónleikaframførslur vóru hetta vikuskiftið, og Jazzfestivalurin vísti, at vit hava bæði leikarar og høli sum kunnu halda uppi eini jazzmentan.

Eitt rættiligt films-kubbi

Filmsfestivalurin, sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna, hevði henda síðsta seinnapartin savnað ein føroyskan koktail, og var hetta ein rættiligur fongur fyri ein films-ignorant sum meg: Uppá einans 2 tímar fekst ein rættilig hylling á hvat rørist á føroyska filmspallinum. Fari at nevna nøkur gullkorn her. Andrias Høgenni vísti eina sera góða mynd […]

Page 2 of 212