Home » Archives by category » Leyst og fast

Annar heimsbardagi á alljósum degi

Annar heimsbardagi á alljósum degi

Vaknaði við sirenum, hátalaravagnum og bláum ljósum – og skilti so mikið, at okkurt álvarsligt var á vási, men hvat hevði eg onga hóming av, tí ávaringarnar vóru á pólskum. Løgreglan koyrdi runt og runt – og har stóð eg, og visti ikki um boðini vóru, at eg skuldi vera inni, ella um eg skuldi […]

Litføgur jólatrø í Brussel

Litføgur jólatrø í Brussel

Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ. Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at […]

Gullkrukkan Hotel Hafnia

Gullkrukkan Hotel Hafnia

Minnist eina søgu hjá Carl Barks, har dunnurnar strembaðu eftir at finna staðið har ælabogin endaði, tí har skuldi standa ein krukka av gulli. Henda søgan rann fram fyri meg aftur, nú eg hugdi út og sá hvar ælabogin endar: beint niður í Hotel Hafnia. Vónandi stendur gullkrukkan ikki undir hotellinum, men er at finna […]

Rótin til fyribyrging av øllum illum

Rótin til fyribyrging av øllum illum

Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku. Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin […]