Vísindaligt tilfar til døgurða!

This post is also available in: Faroese (Faroe Islands)

Hóast, ella júst tí at eg fáist við soppar, geri eg ikki nógv av at fara út at henta fyri at eta teir. Hetta er serliga tí at tað altíð er vandi fyri at eyðmerkja onkran sopp skeivt. Eisini vísir tað seg, at “nýggjar kanningar vísa” at summir soppar, sum fyrr vórðu hildnir vera góðir matsoppar, í ávísum førum kunnu vera eitrandi. Hetta er ivaleyst tí at har eru fleiri sløg sum síggja heilt eins út.

Í sambandi við verkætlanina at kanna hundalond í plantasjunum í Havn havi eg havt ta prinsipp, at tilfarið skal mátast, vigast og turkast fyri síðani at verða goymt. Hetta gevur møguleika seinni at eftirkanna sløgini genetist. 

Viðhvørt er freistingin tó ov stór, t.d. tá ein góður “átu-smørsoppur” kemur undan kavi. Hesin endaði á døgurðaborðinum stoktur á pannuni saman við reyðleyki og hvítleyki. Sera gott!

Viðmerkjast skal tó, at hann bleiv vigaður, mátaður og partar goymdir til turkingar, so vísindin fekk helst tað hon hevði brúk fyri.

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

Zeen Subscribe
A customizable subscription slide-in box to promote your newsletter
[mc4wp_form id="314"]
This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.