Kirkjubømúrurin og fornminnini í Kirkjubø

This post is also available in: Faroese (Faroe Islands)

Andlitsmyndir úr York Minster, ið er bygdur í gotiskum stíli eins og Múrurin.

Nú er tað gleðiliga hent, at nevndin fyri Kirkjubømúrin er komin við einum áliti, ið mælir til at funnin verður ein heildarloysn fyri øll fornminnini í Kirkjubø, ikki einans fyri Múrin. Arbeiðið hevur verið leingi ávegis, og kanningar eru gjørdar av Múrinum meðan hann hevur staðið undir veðurverju í nøkur ár.

Einki er at ivast í, at staðið í Kirkjubø lýkur allar treytir til tess at gerast partur av heimsarvasáttmálanum hjá ST. Umráðandi er tí, at tað fyrireikandi arbeiðið, sum krevst at verða gjørt til tess at fáa hetta sett í verk, fer í gongd beinanvegin, og at tað samstundis verða lagdar greiðar rætningslinjur fyri, hvat ið kann verða gjørt í sambandi við varðveitingararbeiðið, og hvat ikki kann verða gjørt.

Nevndin tekur undir við, at ein arkitektakapping verður gjørd, ið fevnir um allan Kirkjubø, Múrin og øll hini fornminnini á staðnum. Sjálvandi eigur spurningurin um endamál og ætlan við staðnum ikki at fastleggjast framman undan einari arkitekta- ella hugskotskapping um Kirkjubø. Altavgerandi er tó at nóg nógv orka (fólk og peningur) verður sett av frá almennari síðu, og at tað almenna beinanvegin ger greiðar leiðreglur fyri mannagongdum frameftir í sambandi við tað, ið skal verða gjørt.

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

Zeen Subscribe
A customizable subscription slide-in box to promote your newsletter
[mc4wp_form id="314"]
This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.