Brúkarin heldur enn framleiðarin ábyrgdast fyri koltvísúrnisútlátið

This post is also available in: Faroese (Faroe Islands)

Tað tykist sum um eitt av stríðsmálunum til samráðingar um ein nýggjan veðurlagssáttmála verður, hvør skal gjalda CO2 framleiðslukostnaðin av eini vøru. Ídnaðarlondini hava nú í longri tíð sent meginpartin av síni framleiðslu til Asiu, antin tað so er teknikkur, klæðir, skógvar v.m. Arbeiðslønin er lág, og higartil hevur tað so merkt, at vit brúkarar í Vesturheiminum fáa munandi bíligari vørur enn um tær vórðu framleiddar hjá okkum sjálvum.

Samstundis sum asiatisku londini hava ein stóran  búskaparligan vøkstur, er teirra CO2 útlát eisini økt sera nógv. Veðurlagssáttmálin fevnir um allan heim, og sum er verður roknað við, at øll lond skulu minka um teirra útlát.

Kina hevur síðani 2006 verið tað landið, sum hevur størsta CO2 útlát, og millum 15 og 25% av øllum CO2 útláti hjá Kina kemur frá útláti frá framleiðslum sum verða útfluttar. Kina hevur tó hug at muta ímóti at skula minka um útlátið, og vil ístaðin hava, at ábyrgdin av útlátinum skal liggja á brúkaranum heldur enn framleiðaranum av eini ávísari vøru.

Fleiri royndir hava verið gjørdar at rokna út kolevnaslóðina (carbon footprint) hjá ávísum vørum, men tað hevur víst seg at vera sera tíðarkrevjandi og dýrt. Við slíkum krøvum sum teimum kinversku fer glið kanska at koma á hetta arbeiði, tí vesturheimurin er ikki áhugaður í at fáa ábyrgdina av framleiðsluni í Kina.

Sí grein hjá Jonathan Watts í Guardian.

Men hvussu er – um keyparalandið skal minka um sítt útlát í mun til hvussu nógvar vørur framleiddar í Kina verða innfluttar, so fer tað kanska at loysa seg at framleiða vørur í nærumhvørvinum heldur – og tað er so ikki í andsøgn til tilmælið frá Brundland frágreiðingini: Hugsa globalt, men virka lokalt!

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

Zeen Subscribe
A customizable subscription slide-in box to promote your newsletter
[mc4wp_form id="314"]
This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.