Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

This post is also available in: English Faroese (Faroe Islands) Italiano (Italian)

Føroysk ævintýr eru serstøk, og øðrvísi enn ævintýrini í Evropa. Tey eru eisini øðrvísi enn tey væl kendu ævintýrini úr hinum norðurlondunum. Føroysku sagnirnar og ævintýrini hava ikki verið bøtt og umskrivað, og eru tí meira upprunakend enn kendu søgurnar úr hinum norðurlondunum, haðani føroysku søgurnar stava.

Forlagið Iperborea hevur givið út italska týðing av føroysku, og í tí sambandi varð skipað fyri framløgu í Milano í dag (18. nov.), har týðarin Luca Taglianetti og okkara væl kendi Gianfranco Contri, serfrøðingur í føroyskari mentan, viðgjørdu sereyðkenni og uppruna og hvussu sagnir og ævintýr framvegis eru partur av føroysku gerandismentanini.

Útgevarin skrivar, at føroysku sagnirnar og ævintýrini vórðu niðurskrivað í 18. øld, tá tað um alt Evropa bleiv leitað og granskað í munnligu frásagnunum, í eini tíð við tjóðarbygging, har grundarlagið var lagt fyri mentanarliga sjálvsmynd og at sjálvstøðuga málið varð varðveitt.

Útgávan er partur í eini røð við ævintýrum úr norðurlondum, og ævintýrini eru úr bókini hjá Jakob Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr. Bókin “Fiabe Faroesi” kom út 14. november 2018, og er 160 síður. Hon kostar 13,60 evrur, og fæst m.a. í Amazon.it.

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Custom Sidebar

You can set categories/tags/taxonomies to use the global sidebar, a specific existing sidebar or create a brand new one.

Zeen Subscribe
A customizable subscription slide-in box to promote your newsletter
[mc4wp_form id="314"]
This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.