Í leysum lofti um molan

Italska sunnudagsblaðið Domenica del Corriere (Sunnudagsberin) bar 9. februar í 1964 eina forvitnisliga søgu úr Havn, um ein bretskan trolara sum bleiv slongdur upp um molan. Domencia del Corriera kom út frá 1899 til 1989. Í fimtiárunum var blaðið størsta vikublaðið í Italia, við einum upplagi á 1,3 mill. eintøk tá tað var mest. Hetta talið minkaði í sjeytiárunum, tá kappingin við onnur bløð bleiv størri. Søgan, sum her verður víst til, er frá 1964, t.v.s. meðan Domencia del Corriere enn var í hæddini. Harumframt stóð søgan væl fyri á allari baksíðuni, so nógv fólk munnu hava sæð hana. Søgan er henda: Trolarin “Hull City” kom inn í havnina í […]

Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Fyri einum ári síðan hildu vit páskir í Krakow, og langa fríggjadag vóru vit í Auschwitz. Langi fríggjadagur hevur altíð verið ein dapur dagur í mínum huga, og hóskaði tí væl til at vitja ilgitnu týningarleguna. Ferðin til Auschwitz og Birkenau var samstundis ein ferð aftur til livandi frásagnirnar frá pólsku nunnunum í St. Frans skúla í sekstiárunum. Væl hevur verið sagt frá, tí hóast eg ikki hevði fyrireikað meg til vitjanina, so var tað júst sum frásagt, og einki kom óvart á. Serliga væl mintist eg søguna um prestin Kolbe, sum bjóðaði seg fram at taka revsing fyri ein annan. Revsingin var at svølta í hel í einum kjallara […]

Bábilsk rótaheiti

Er kálrabi ein rót ella kál – ella turnips – ella kálrót? Í sambandi við sólarmyrkingina høvdu vit vitjan av nøkrum vinfólkum úr Italia. Slík vitjan fevnir um nógv, útferðir, savnsvitjanir, men so sanniliga eisini matur. Tað vísti seg at tey høvdu sera stóran áhuga í at royna føroyskan mat, bæði grind, spik, skerpikjøt, rullupylsu og hvat vit annars kundu finna uppá. Afturfyri so fingu vit eitt úrval av góðum mati úr Italia – ostur, balsamico, spagetti, tortellini, tomatsós, køka. Sostatt var matur eisini eitt umrøðuevni, og tað gekk vanliga heilt væl – líka til tann dagin vit skuldu greiða frá hvat kálrabi er fyri nakað. Samskift var á enskum, […]

Annar heimsbardagi á alljósum degi

Annar heimsbardagi á alljósum degi

Vaknaði við sirenum, hátalaravagnum og bláum ljósum – og skilti so mikið, at okkurt álvarsligt var á vási, men hvat hevði eg onga hóming av, tí ávaringarnar vóru á pólskum. Løgreglan koyrdi runt og runt – og har stóð eg, og visti ikki um boðini vóru, at eg skuldi vera inni, ella um eg skuldi rýma av húsum. Royndi at hyggja eftir hvussu fólkini í bygninginum yvirav fyrihildu sær, men tey tóktust líka býtt sum eg. Rokilsið byrjaði kl. 9, og kl. 11 fór ein loftávaring í gongd. Nú var heilt óunniligt – hvat var á vási? Stødd í Póllandi, ið so mangan hevur ligið ímillum tá kríggj hava herjað, […]

Litføgur jólatrø í Brussel

Litføgur jólatrø í Brussel

Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ. Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at tey belgisku koma við jólatræsfóti. Sera praktiskt, serliga tá hugsað verður um jakstranina eftir jólatræsfótinum jólaaftan, sum antin er útlæntur ella goymdur okkurt løgið stað á ovasta lofti. Sumt er tó heilt øðrvísi enn í Føroyum. Til dømis ber til í Brussel at keypa jólatrø eisini jóladag. Tykist tó ikki sum tey vænta ta stóru […]

Gullkrukkan Hotel Hafnia

Gullkrukkan Hotel Hafnia

Minnist eina søgu hjá Carl Barks, har dunnurnar strembaðu eftir at finna staðið har ælabogin endaði, tí har skuldi standa ein krukka av gulli. Henda søgan rann fram fyri meg aftur, nú eg hugdi út og sá hvar ælabogin endar: beint niður í Hotel Hafnia. Vónandi stendur gullkrukkan ikki undir hotellinum, men er at finna í tænastustøðinum og dygdini. Má heldur fara at kanna málið, og byrja í matstovuni. Tað plagar at vera gott, og kanska ælabogin var eitt slag av boðbera um, at nú er langt síðan seinast.

Hvar rakst tú oljufýrið…

Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir trupulleikar hava verið, og at vit hava havt eftirlitsmenn gangandi á arbeiðsplássinum, og tí hildið at  so var árliga eftirlitið eisini gjørt heima. Soleiðis spælir klaverið ikki! So at ringja til… hvønn er tað nú vit hava, Shell ella Esso? Tað er jú broytt, so tað er Statoil! – áh, nei,Effo. Men uttan mun til, […]

Rótin til fyribyrging av øllum illum

Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku. Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin sum litar karry gult. Curcumin verður serliga útvunnið úr jarðlegginum. Gurkumeia smakkar ikki av nógvum sjálv, men tá karrirættir verða gjørdir verður altíð latið ein rúgva av øðrum kryddaríum í, serliga av chili, cayennupipar, paprika (søtt, miðal, sterkt), og so ymisk veikari sløg av kryddurtum, so sum kumman og koriandur. Sambært Alzeimers felagsskapinum so hava […]

Drukna grønlendingar nakrantíð?

Sambært portalinum hjá Sosialinum/Føroya Tele í dag, 17. januar 2009, druknaðu tveir danskir sjómenn tá ein jolla teir vóru farnir í koppaði. Hendingin fór fram  sunnan fyri Qaqortoq í Suðurgrønlandi, og menninir sigldu við einum tangaskipi sum sigldi við olju til Grønlands, og vóru sostatt ikki heimahoyrandi í Grønlandi. Ein syrgilig søga, men hetta brotið fekk meg tó at staðfesta, at eg ongantíð havi frætt um at grønlendingar eru druknaðir í Grønlandi. Hví frætta vit ikki tíðindi úr Grønlandi, ella er tað so, at onki hendir har, hvørki av góðum ella ringum? Hevði hildið at tað hoyrir undir Publich Service hugtakið at kunna um viðurskifti í grannalondum og í londum […]