Granskingargrunnurin skal nú beinanvegin hava dupulta játtan, soleiðis at vit hava 14 mill. kr. á hvørjum ári at granska fyri, heldur enn knappar 7 mill. Seinasta samgongan lækkaði játtanina! Vit mugu finna útvegir fyri at fáa nýggju sløgini av heilivági frá øðrum londum, t.d. Noregi ella Bretlandi, ístaðin fyri úr Danmørk, har tey eftir øllum at døma ikki leggja í at samráðast um prís. Segði nakar loysing/fullveldi? Læraraútbúgvingin skal uppstigast, soleiðis at núverandi útbúgving klekir lærarar sum kunnu undirvísa upp til 6-7 flokk, meðan fyri at kunna undirvísa í framhaldsdeild, so krevst masterútbúgving. Hetta gerst antin við at taka Master í Education eftir ein fakligan bachelor (antin máli og bókmentum, […]
Mótmæli av ætlaðu byggisamtyktini fyri útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki Broytingaruppskot: Byggið eina “landshavn” uttanfyri bygt øki onkustaðni í miðstaðarøkinum – eftir leistinum við Gomlu Rætt. Punkt 1 – Eitt risaídnaðarøki kroystast inn í miðbýin Ætlanirnar eru ikki bert at hava eina lokalhavn fyri Tórshavn/Føroyar, men fyri alt Norðuratlantshav. Hetta ynski er m.a. sett fram av løgmanni á altjóða ráðstevnuni Arctic Circle í 2013: In the Faroe Islands we see great strategic potential in our own location in the region – especially in relation to the Northern Sea Route, which is expected to have the greatest significance in the future. We have promising prospects for future offshore oil […]
Fólkaatkvøðuaftan varð skipað fyri altjóða skrúðgongu í Edinburgh, har heitt var á fólk um at hava teirra fløgg við. Nógv fólk luttóku. Fyri okkum var tað rættiliga løgið, at ongin helt talu, men tað tykist óneyðugt at brúka orku uppá talur, tí tey fólk sum komu til hesa gonguna vóru øll fyri sjálvstýri, og nýtast ikki at hoyra meira. Tað treingja onnur til, og tá serliga tey sum ivast, og fyri at fáa fatur á teimum verður gingið hurð á hurð at tosa við fólk. Vit fegnaðust stórliga um at vit høvdu minst til at taka Merkið við – tað vakti ans, ikki bert millum skotar, men eisini millum aðrar […]
Skal Skotland gerast sjálvstøðugt land – ja / nei! Ein einfaldur spurningur við einum einføldum svari. Sjálvandi JA! – Og hóast veljarakanningar siga, at tað liggur sera javnt, so rokna fólk við at tað verður eitt ja. Nógv fólk hava broytt hugsan seinastu mánaðirnar – men tað eru tey ivandi og tey sum siga nei sum hava flutt seg, og støðugt fleiri taka undir við einum sjálvstøðugum Skotlandi. Tey sum vilja sleppa at ráða í egnum landi ivast ikki. Í dag, 18. september, er lagnudagur, og yvir 50.000 sjálvstýrisfólk hava nú í mánaðir arbeitt fyri at sannføra sínar meðborgarar um at tað er rættast at skotar sjálvir velja hvønn politikk […]
Døpru forsøgnirnar um eitt gamlamannasamfelag í Føroyum um nøkur ár gerast uppaftur daprari av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at skatta eftirlønargjaldið nú, tí hvør skal gjalda til samfelagið tá flestu borgarar landsins eru pensionistar, ið ikki rinda skatt av síni eftirløn? Fólkaflokkurin roynir seg nú við einum uppskoti um flatskatt. Ljóðar jú tølandi, tí hvør vil ikki rinda minni skatt – men hvørjar broytingar ætlar Fólkaflokkurin at fremja, fyri at fíggja hetta? Tey vilja vera við, at tað eru ikki tey lægst løntu, sum skulu gjalda. Samstundis ger Samtak vart við, at láglønti løntakarin fær 500 kr. meira um mánaðin, meðan tann sum forvinnur eina millión fær góðar 10.000 kr. […]
Í hesum døgum reikar ein hópur av valevnum kring alt landið og lovar bæði eitt og annað. Tey flestu eru so sera samd um at vit skulu hava skattalættar, útbúgving, gransking, sjúkrahús… og niðurstøðan tykist vera, at fyri at røkka hesum so skulu vit líka fyrst økja um uttanlandsskuldina, møguliga tøma nakrar grunnar til onkur spekulativ átøk, og so um nøkur ár, so fer hetta at síggjast aftur, helst, kanska… Soleiðis gongur høvuðsrákið, og ilt er at gera mun á flokkum. Teir eru allir eins, og eingi valevni tora at ganga ímóti hesum ráki. Vit veljarar fáa pappír og kort við lovorðum, og javnaðarflokkurin gevur reyðar rósur, júst sum javnaðarflokkurin […]
Ein sera løgin søga í útvarpinum í dag, tá kringvarpið varpaði ljós á hugburðin “Koyr mannarættindini á vestfallið”: Heiðurslønin hjá Nobel ein fyrimunur hjá føroyskum alarum Tað kann gerast ein fyrimunur fyri føroysku alivinnuna, at norska Nobel-nevndin valdi ein kinesiskan andstøðing til at fáa friðarheiðursløn Nobels. Tað fær álvarsligar fylgjur fyri norska útflutningin av laksi til Kina, at kinverski andstøðinginum Liu Xiaobo fekk friðarheiðursløn Nobels. Og hetta merkist eisini í Føroyum, tí eftirspurningurin eftir føroyskum laksi er vaksin seinastu mánaðirnar. Sama søga er at finna í skotskum bløðum. Og føroyingar og skotar fegnast. Undrist tó á hvat er at fegnast um. Tað er regluliga at kinverjar seta tiltøk í verk ella hótta […]
Uttan at taka støðu til hvør er rætta loysnin í Icesave málinum, so haldi eg at íslendingar eru ein fyrimynd tá tað ræður um at standa saman – og at tora at seta seg uppímóti teimum “stóru”.
Fyri rúmari tíð síðani kunngjørdi fráfarni aðalstjórin í mentamálaráðnum Peter Petersen, at avtalan um at Føroyar kundu luttaka í 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES var komin undir land. Hetta vísti seg tíverri ikki at vera rætt. Síðani tá hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni havt spurningin frammi á politiskum støði, og politisk semja tykist vera um, at Føroyar skulu luttaka, har er tó eitt stórt men, og tað snýr seg um gjaldið. Grundarlagið undir rammuavtaluni er, at øll londini gjalda sín part, og síðani søkja øll londini á jøvnum føti, og tey við teimum bestu verkætlanunum fáa so verkætlanarpengar. Hava føroyingar góðar granskarar og góðar umstøður, so […]
Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið frammi um at føroyingar ikki longer sleppa at útflyta fisk til Russlands, og sagt verður at trupulleikin er at partarnir eru ikki samdir um treytirnar. Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni halda føroyingar summi av krøvunum frá russum vera órímilig, og brúka tað argument at føroyingar lúka øll krøv sum EU setur. Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu verður m.a. sagt: “25. juli 2008. Eisini senda vit skriv til russisku myndugleikarnar umvegis donsku amabssaduna í Moskva, tann 25. juli 2008, har vit greiða teimum frá hvat ið vit hava gjørt síðani vit móttóku russisku frágreiðingina, og eisini verður lagt upp til, at fáa viðgjørt viðurskifti, sum ikki eru […]