Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Frálíka framsýningin “Myndir í trúnni”, sum hongur uppi í Listaskálanum, gevur inspiratión til at hyggja í mítt egna myndasavn. Vit hava ofta hug at virðismeta mest teir lutir, sum eru torførir at fáa fatur á, so sum uppruna málningar og tekningar, men í hesum føri er tað eitt endurprent av verki, sum Gino Covili gjørdi í tíðarskeiðinum 1992-93. Verkið eitur “Prædikan fyri fuglunum”. Gino Covili: Prædikan fyri fuglunum Gino Covili (1918-2005) er kendur italskur listamaður, men eg visti einki um hann fyrr enn í 2017, tá vit fingu vitjan úr Italiu. Tá varð eisini hildin fyrilestur á Landsbókasavninum um henda listamannin. Hetta er alt takkað verið sambandið við Gianfranco Contri […]

Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

Føroysk ævintýr eru serstøk, og øðrvísi enn ævintýrini í Evropa. Tey eru eisini øðrvísi enn tey væl kendu ævintýrini úr hinum norðurlondunum. Føroysku sagnirnar og ævintýrini hava ikki verið bøtt og umskrivað, og eru tí meira upprunakend enn kendu søgurnar úr hinum norðurlondunum, haðani føroysku søgurnar stava. Forlagið Iperborea hevur givið út italska týðing av føroysku, og í tí sambandi varð skipað fyri framløgu í Milano í dag (18. nov.), har týðarin Luca Taglianetti og okkara væl kendi Gianfranco Contri, serfrøðingur í føroyskari mentan, viðgjørdu sereyðkenni og uppruna og hvussu sagnir og ævintýr framvegis eru partur av føroysku gerandismentanini. Útgevarin skrivar, at føroysku sagnirnar og ævintýrini vórðu niðurskrivað í 18. […]

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Tað eydnaðist at sleppa út í Mykines til Fólkatónleikastevnuna, men tað var ikki meir, tí mær so líkt, so hevði eg ikki bílagt pláss við Jósup fleiri mánaðir frammanundan. Eykatúrurin kl. 12 var eisini útseldur. “Men,” sigur fryntliga konan í horninum, “vit arbeiða uppá at gera ein túr aftur kl. 14.” – Frálíkt, so eg bleiv skrivað uppá ein “kanska-lista” kl. 14, og bílegði eisini pláss at fara inn aftur kl. 23. Eg fekk tó at vita, at tað var eingin trupulleiki at sleppa inn aftur, tí stórur partur av teimum, sum fóru út í Mykines á fólkatónleikastevnu, ætlaðu sær ongan veg inn aftur sama kvøld. Komin út í Mykines […]

Nú er alt bara minnir

Nú er alt bara minnir

Vit eru nøkur starvsfólk á Námsvísindadeildini, sum eru farin á stevnu í London um telduútgerð og teldunýtslu til undirvísing. Framsýningin húsast í einum kendum sýningarstaði, nevnt ExCel, sum liggur úti í “Royal Docks”. Hesar dokkirnar hildu uppat at virka í 1981, tí bringjuvirksemi kravdi meira enn hvat henda gamla havnin megnaði. Nú verður plássið nýtt sum framsýningarhøli. Framman fyri framsýningarhøllina stendur ein standmynd av lossingarmonnum, og tað tykist vera ein rættilig andsøgn at síggja hesar framman fyri eini framsýningarhøll við allar nýggjastu tøkni. Verður eygað vent omaneftir, so sæst tó veruligi konteksturin, at teir hoyra heima saman við lossingarumhvørvinum í eini farnari tíð. Har standa gamlir kranar eisini sum ímynd […]

Tølandi marionettdreymamyndir

Tað sum eg higartil kenni til marionettleik er slíkt eg havi lisið í bókum, umframt kanska okkurt stutt brot í onkrum filmi. Tí var tað sera spennandi at byrja ólavsøkuna 2016 við at fara til “Dansa so væl og leingi” hjá Rakel Helmsdal, bæði fyri at síggja hvussu tað tekniskt verður gjørt, hvussu marionettleikur upplivast, og so sjálvandi at uppliva sjálvan leikin. Talan er um eina søgu til vaksin, sum eisini kann sigast fyri børnum. Eg hevði einki barn við mær, so eg veit ikki at siga, hvat børn fáa burtur úr sjálvari søguni, men tey sótu sum á nálum og fylgdu leikinum. Marionettleikur er sera gomul tøkni, og setur […]

Tað hjálpir at treiskast!

Tað hjálpir at treiskast!

Havi verið til Rolling Stones konsert í Hyde Park. Synd at siga at tað var eg sum fekk hugskotið, tí eg havi ongantíð lurtað serliga nógv eftir Rolling Stones. Eg lurtaði eftir øðrum bólkum, so sum The Who, Deep Purple, Strawbs v.m. Treyðugt so, havi ikki nakað ímóti Rolling Stones, og havi hoyrt rættiliga nógv av teimum, tí at onkur annar í húsinum dámar teir væl. Og lagt varð hart út at útvega atgongumerkir til 50 ára hátíðarhaldið hjá orkestrinum. Atgongumerkjasølan fór í gongd kl. 9 ein morgunin tíðliga mars mánaði, so tað var at sita klárur at keypa. Men gakk, har var alt útselt beinanvegin, uttan at tað eydnaðist […]

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, tí russisku ommurnar “mundu” vunnið, og Bretland “mundi” vunnið í hinum endanum. At hoyra lagið hjá russisku ommunum fekk tankarnar at leita aftur til trýssini, tá belgiskar nunnur framførdu “Dominique”, so tað rungaði um allar geilar. Ikki tí at løgini líkjast, men tað var okkurt við stemninginum sum líktist. – Russiska framførslan fekk annars heldur […]

Grátandi mamman og deyði sonurin

Grátandi mamman og deyði sonurin

“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan trúarrætning. Væntaði tí at uppliva okkurt spennandi her í Suðuritalia. Fyrsta eygleiðingin var tó, at hvørki skírishósdagur ella langi fríggjadagur eru frídagar, ið hvussu so er ikki fyri tey ið starvast innan øki sum eru viðkomandi hjá ferðafólki. Í so máta líkist Italia meira Bretlandi enn Føroyum. Í mun til átrúna líkjast Føroyar tó helst […]

Royala Brekkustova

So er Ólavsøkan farin aftur um bak, og gerandisdagurin er við at fáa fastatøkur á okkum aftur. Góð var hon, men onki kemur av ongum, so eisini hjá okkum skuldi nakað av stákan til. Ein partur av stákanini var at fáa bilbukt við einum pakka ið Drós sendi heim nú hon var liðug á Kunsthøjskolen í Holbæk. Í hesum pakka vóru bæði størri og smærri málningar. Serliga tann eini var í størra lagi at hava inni í Brekkustovu, og tí kom hugskotið so spakuliga, – eisini fyri at fáa ruddað og prýtt um til ólavsøku – um tað ikki hevði riggað at hongt hann uttan á húsunum. Tað var roynt […]