Skjótt syftir seiðir góða undirtøku – fer tunga takið at verða lætt?

So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu seta í verk innan síni øki at minka um útlátið. Í fyrsta umfari skuldi talan vera um “skjótt syftar seiðir”, men einaferð næsta ár skuldi landsstýrið fara at umrøða hvørji tung tøk kunnu takast. Tøkini verða helst tung, og leikirnir mangir og langir. Krøvini fara væntandi at vera eini 35% frættist frá teimum sum komu […]