Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um bert verður sammett við lesingina, so liggja vit næstniðast. Einans í Meksiko duga tey verri at lesa enn vit. Miðaltalið fyri OECD-londini í lesing er 491 tá Føroyar eru taldar við. – Føroyar hava 436 stig. Munandi betri standa vit okkum í mun til tey londini sum ikki hoyra til OECD, har halda vit okkum […]