Hurrá, Kina heldur ikki mannarættindini – tí keypa tey frá okkum!

Ein sera løgin søga í útvarpinum í dag, tá kringvarpið varpaði ljós á hugburðin “Koyr mannarættindini á vestfallið”: Heiðurslønin hjá Nobel ein fyrimunur hjá føroyskum alarum Tað kann gerast ein fyrimunur fyri føroysku alivinnuna, at norska Nobel-nevndin valdi ein kinesiskan andstøðing til at fáa friðarheiðursløn Nobels. Tað fær álvarsligar fylgjur fyri norska útflutningin av laksi til Kina, at kinverski andstøðinginum Liu Xiaobo fekk friðarheiðursløn Nobels. Og hetta merkist eisini í Føroyum, tí eftirspurningurin eftir føroyskum laksi er vaksin seinastu mánaðirnar. Sama søga er at finna í skotskum bløðum. Og føroyingar og skotar fegnast. Undrist tó á hvat er at fegnast um. Tað er regluliga at kinverjar seta tiltøk í verk ella hótta […]