Home » 2014

Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn

Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn

Fyrilestur hildin á vísindavøku 26. september 2014 Góðan dagin – Eg eiti Erla Olsen, eri lívfrøðingur og eg arbeiði á Námsvísindadeildini. Eg fari nú tað komandi korterið at siga eitt sindur um soppar. Vanliga, tá eg fari í holt við hetta evnið, so plagi eg at spyrja, hvat áhoyrararnir hugsa tá teir hoyra orðið soppur. […]

Merkið í húnar hátt í skotskari sjálvstýrisskrúðgongu

Merkið í húnar hátt í skotskari sjálvstýrisskrúðgongu

Fólkaatkvøðuaftan varð skipað fyri altjóða skrúðgongu í Edinburgh, har heitt var á fólk um at hava teirra fløgg við. Nógv fólk luttóku. Fyri okkum var tað rættiliga løgið, at ongin helt talu, men tað tykist óneyðugt at brúka orku uppá talur, tí tey fólk sum komu til hesa gonguna vóru øll fyri sjálvstýri, og nýtast […]

Ein einfaldur spurningur

Ein einfaldur spurningur

Skal Skotland gerast sjálvstøðugt land – ja / nei! Ein einfaldur spurningur við einum einføldum svari. Sjálvandi JA! – Og hóast veljarakanningar siga, at tað liggur sera javnt, so rokna fólk við at tað verður eitt ja. Nógv fólk hava broytt hugsan seinastu mánaðirnar – men tað eru tey ivandi og tey sum siga nei […]

Ein Kolturssøga um seyðabit

Ein Kolturssøga um seyðabit

Heima hjá okkum er eitt fyribrigdi sum eitur “Koltursmyndir”. Hetta eru landslagsmyndir tiknar við fototóli, og sum helst svara rættiliga væl til tað, sum innan málningar á donskum verður nevnt “sofastykki” – endamálið er at fanga okkurt ljós-  ella veðurfyribrigdi, ella kanska bert at lýsa eitt vakurt landslag, men ikki at lýsa fólk ella hendingar. […]

Seyðabit viðgjørt á norðurlendskari verkstovu

Áseyðatalið hevur verið rættiliga støðugt í langa tíð, meðan nógv onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á, hvussu nógv bit eitt lendi tolir, eru rættiliga óstøðug. Hetta eru viðurskifti sum granskarar, ráðgevar og bøndur hava viðgjørt á norðurlendskari verkstovu, og yvirskipaða niðurstøðan er, at bitið eigur at tillagast til gagns fyri bæði lendi, kjøtgóðsku og eisini […]