Grind, spik og Lívsins vatn – tubbakk og grønar keks

Loksins kom væntaða tilmælið, at grind ikki kann metast at verða egnað sum mannaføði. Onkur hevur kanska lyndi til at siga “ikki longur”, men hetta hevur verið støðan leingi. Móttøkan er júst sum væntað, nevniliga at tað verður ikki tikið fyri fult. Nógv verður sagt ímóti tilmælinum: Læknarnir sum koma við tilmælinum eru ikki óvildugir, tí Pál Weihe sjálvur hevur staðið fyri kanningunum. Tað má granskast meira. Kanningarúrslitið er ikki nóg eftirfarandi. Kanadiarar vita betur. Tað er onkur onnur frágreiðing enn grind. … Onki um at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, um so er, at fólk halda at vísindaliga grundarlagið ikki er í lagi. Annars munnu fólk sum […]