Home » Archives by category » Politikkur

Um eg var eitt valevni, so høvdu hesi verið míni persónligu vallyfti

Granskingargrunnurin skal nú beinanvegin hava dupulta játtan, soleiðis at vit hava 14 mill. kr. á hvørjum ári at granska fyri, heldur enn knappar 7 mill. Seinasta samgongan lækkaði játtanina! Vit mugu finna útvegir fyri at fáa nýggju sløgini av heilivági frá øðrum londum, t.d. Noregi ella Bretlandi, ístaðin fyri úr Danmørk, har tey eftir øllum […]

Merkið í húnar hátt í skotskari sjálvstýrisskrúðgongu

Merkið í húnar hátt í skotskari sjálvstýrisskrúðgongu

Fólkaatkvøðuaftan varð skipað fyri altjóða skrúðgongu í Edinburgh, har heitt var á fólk um at hava teirra fløgg við. Nógv fólk luttóku. Fyri okkum var tað rættiliga løgið, at ongin helt talu, men tað tykist óneyðugt at brúka orku uppá talur, tí tey fólk sum komu til hesa gonguna vóru øll fyri sjálvstýri, og nýtast […]

Eftirlønin hjá tær og mær rinda skattalættan hjá Fólkaflokkinum

Eftirlønin hjá tær og mær rinda skattalættan hjá Fólkaflokkinum

Døpru forsøgnirnar um eitt gamlamannasamfelag í Føroyum um nøkur ár gerast uppaftur daprari av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at skatta eftirlønargjaldið nú, tí hvør skal gjalda til samfelagið tá flestu borgarar landsins eru pensionistar, ið ikki rinda skatt av síni eftirløn? Fólkaflokkurin roynir seg nú við einum uppskoti um flatskatt. Ljóðar jú tølandi, tí hvør […]

Gagnligt og ítøkiligt valagn

Gagnligt og ítøkiligt valagn

Í hesum døgum reikar ein hópur av valevnum kring alt landið og lovar bæði eitt og annað. Tey flestu eru so sera samd um at vit skulu hava skattalættar, útbúgving, gransking, sjúkrahús… og niðurstøðan tykist vera, at fyri at røkka hesum so skulu vit líka fyrst økja um uttanlandsskuldina, møguliga tøma nakrar grunnar til onkur […]

Hurrá, Kina heldur ikki mannarættindini – tí keypa tey frá okkum!

Hurrá, Kina heldur ikki mannarættindini – tí keypa tey frá okkum!

Ein sera løgin søga í útvarpinum í dag, tá kringvarpið varpaði ljós á hugburðin “Koyr mannarættindini á vestfallið”: Heiðurslønin hjá Nobel ein fyrimunur hjá føroyskum alarum Tað kann gerast ein fyrimunur fyri føroysku alivinnuna, at norska Nobel-nevndin valdi ein kinesiskan andstøðing til at fáa friðarheiðursløn Nobels. Tað fær álvarsligar fylgjur fyri norska útflutningin av laksi til […]

Knotur í íslendingum

Knotur í íslendingum

Uttan at taka støðu til hvør er rætta loysnin í Icesave málinum, so haldi eg at íslendingar eru ein fyrimynd tá tað ræður um at standa saman – og at tora at seta seg uppímóti teimum “stóru”.

Granskingin dumpað?

Fyri rúmari tíð síðani kunngjørdi fráfarni aðalstjórin í mentamálaráðnum Peter Petersen, at avtalan um at Føroyar kundu luttaka í 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES var komin undir land. Hetta vísti seg tíverri ikki at vera rætt. Síðani tá hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni havt spurningin frammi á politiskum støði, og politisk […]

Kundin hevur altíð rætt – ella eru føroysk undantøk?

Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið frammi um at føroyingar ikki longer sleppa at útflyta fisk til Russlands, og sagt verður at trupulleikin er at partarnir eru ikki samdir um treytirnar. Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni halda føroyingar summi av krøvunum frá russum vera órímilig, og brúka tað argument at føroyingar lúka øll krøv sum EU setur. […]

Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

  Tjóðveldi(sflokkurin) varð 60 ár fyrr í ár, og ætlaðu at halda dagin. Tey lýstu tó ikki nóg væl við tiltakinum, og tí meldaðu ov fá til. Avgjørt varð at halda dagin seinni í heyst. Nú fer so at líða, og hóast baldrutan túr í dýrdarveðri, so situr flokkurin enn í stjórn. Men neyðugt hevur […]

Hoydalar granskingardepil við Fróðskaparsetri og vísindaligum søvnum

Hoydalar granskingardepil við Fróðskaparsetri og vísindaligum søvnum

Studentaskúlanæmingar gingu kravgongu at fáa nýggjan skúla. Hetta var 20. november 2007.   Eg hevði ein annan blogg, sum eg nú flyti yvir á wordpress, tí Google ikki finnur bloggsíðurnar hjá Apple. Hann er upprunaliga skrivaður 9. januar 2008. Nú Tjóðsavn Føroya er komið á borðið haldi eg, at hesin bloggur er ikki sørt aktuellur enn. […]