Annar heimsbardagi á alljósum degi

Vaknaði við sirenum, hátalaravagnum og bláum ljósum – og skilti so mikið, at okkurt álvarsligt var á vási, men hvat hevði eg onga hóming av, tí ávaringarnar vóru á pólskum. Løgreglan koyrdi runt og runt – og har stóð eg, og visti ikki um boðini vóru, at eg skuldi vera inni, ella um eg skuldi […]
Litføgur jólatrø í Brussel

Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ. Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at […]
Gullkrukkan Hotel Hafnia

Minnist eina søgu hjá Carl Barks, har dunnurnar strembaðu eftir at finna staðið har ælabogin endaði, tí har skuldi standa ein krukka av gulli. Henda søgan rann fram fyri meg aftur, nú eg hugdi út og sá hvar ælabogin endar: beint niður í Hotel Hafnia. Vónandi stendur gullkrukkan ikki undir hotellinum, men er at finna […]
Hvar rakst tú oljufýrið…
Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir […]
Drukna grønlendingar nakrantíð?
Sambært portalinum hjá Sosialinum/Føroya Tele í dag, 17. januar 2009, druknaðu tveir danskir sjómenn tá ein jolla teir vóru farnir í koppaði. Hendingin fór fram sunnan fyri Qaqortoq í Suðurgrønlandi, og menninir sigldu við einum tangaskipi sum sigldi við olju til Grønlands, og vóru sostatt ikki heimahoyrandi í Grønlandi. Ein syrgilig søga, men hetta brotið […]
Tey forbodnu jólini

Nú jól skulu haldast í Aberdeen helt eg tað vera stuttligt at finna fram til onkrar serstakar skotskar jólasiðir. Eg varð tó ikki sørt bilsin at finna sum tað fyrsta, at jólini eru eitt nýtt fyribrigdi, og at tey vórðu forboðin í sambandi við reformatiónina. Ymisk er at finna um hesi viðurskifti, m.a. fingu bakarar […]
Æðuvík í Aberdeen

Jólast og pyntast er ikki serføroyskt, tó at vit gera rættiliga nógv burturúr. Eg havi altíð hildið, at bretar gera nógv burtur úr elektriskum ljósum í vindeygunum, ið hvussu er munandi meira enn føroyingar. Hetta var ið hvussu er mín fatan tá eg búði í York. Kanska eru skotskir og enskir siðir ikki teir somu, […]
Minnast tit hendan?

Ongantíð bleiv høvi at siga “minnast tit hesa”, tí tá “hon” stóð fyri tørni, bleiv búnin beindur á savn! Hon noktaði at umboða danska ríkið íklædd sum ein annar hani! Stórt spell, eftir mínum tykki, tí tað var tað mest spennandi við ólavsøkuskrúðgonguni at síggja amtmannin. Okkara børn sleppa ikki at síggja ríkisumboðsmannin íklæddan sum […]