Ein einfaldur spurningur

Skal Skotland gerast sjálvstøðugt land – ja / nei! Ein einfaldur spurningur við einum einføldum svari. Sjálvandi JA! – Og hóast veljarakanningar siga, at tað liggur sera javnt, so rokna fólk við at tað verður eitt ja. Nógv fólk hava broytt hugsan seinastu mánaðirnar – men tað eru tey ivandi og tey sum siga nei sum hava flutt seg, og støðugt fleiri taka undir við einum sjálvstøðugum Skotlandi. Tey sum vilja sleppa at ráða í egnum landi ivast ikki.

DSC_0090

Básar har sum siga ja til sjálvstýri eru allastaðni, og pressan vísir stóran áhuga.

Í dag, 18. september, er lagnudagur, og yvir 50.000 sjálvstýrisfólk hava nú í mánaðir arbeitt fyri at sannføra sínar meðborgarar um at tað er rættast at skotar sjálvir velja hvønn politikk teirra land skal stýrast – og ikki stjórnin í London.

Ein søguligur lagnudagur, sum eg eri so heppin at sleppa at uppliva. Alt mítt lív havi eg hoyrt fólkaatkvøðuna í 1946, um stemningin sum var undan, um sjálvt valið, og um hvussu tað kendist aftaná, og tað var henda stemning sum eg vildi uppliva, nú eg fór til Skotlands. Eg má siga, at eg eri ikki skuffað, her er ein øgiligur stemningur, og fólk vænta tað verður JA!!!!

Tey sum siga nei tykjast at vera sera spakmælt – og sera lítið sæst til tey. Tey tykjast smoykja sær fram við húsaveggjunum sum skuggar. Vita bert at tey siga nei, men duga ikki at siga hví. Og so eru tey so sera súr á at lýta!

Ein nei-sigari er komin í hóslag við tjóðveldisfólk - tað er ikki bara sum at siga tað. Hetta er einasti almenni nei-sigari vit hava hitt higartil á ferðini.

Ein nei-sigari er komin í hóslag við tjóðveldisfólk – tað er ikki bara sum at siga tað. Hetta er einasti almenni nei-sigari vit hava hitt higartil á ferðini.

Hetta er fólksins atkvøðugreiðsla, hon er ikki sentralt stýrd men tað eru áhugabólkar spjaddir um alt landið, og innan allar politiskar hugsjónir, reyð, grøn, konservativ, liberal. Hugaligt hevði verið, um føroyingar eisini megnaðu at semjast um at arbeiða fyri sjálvstøðu, tað kundi verið HBarar fyri loysing, javnaðarfólk fyri loysing, kvinnur fyri loysing, bindiklubbar fyri loysing, lesandi fyri loysing, nólsoyingar fyri loysing…. – eg haldi vit skulu bara koma í gongd!

JA-básur mitt á gøtuni.

JA-básur mitt á gøtuni.

 

Her búgva sjálvstýrisfólk.

Her búgva sjálvstýrisfólk.

Vit skriva YES, vit rópa YES, vit syngja YES og vit atkvøða YES!

Vit skriva YES, vit rópa YES, vit syngja YES og vit atkvøða YES!

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.