Home » Entries posted by Erla Brekkustova

Gamla trúarlæran og trúbótin

Gamla trúarlæran og trúbótin

Herfyri var ein áhugaverd grein at síggja á heimasíðuni hjá Mariukirkjuni [1]. Talan er um brot úr eini ferðafrágreiðing frá 1857 hjá katólska prestinum Mussa, sum var italiumaður, og sum hevði starvsøki í norðurlendsku polarøkjunum, tað vil siga Sámaland við Spitzbergen, Føroyar, Ísland og Grønland. Brotið var so áhugavert, at eg leitaði fram upprunatekstin, sum […]

Í leysum lofti um molan

Í leysum lofti um molan

Italska sunnudagsblaðið Domenica del Corriere (Sunnudagsberin) bar 9. februar í 1964 eina forvitnisliga søgu úr Havn, um ein bretskan trolara sum bleiv slongdur upp um molan. Domencia del Corriera kom út frá 1899 til 1989. Í fimtiárunum var blaðið størsta vikublaðið í Italia, við einum upplagi á 1,3 mill. eintøk tá tað var mest. Hetta […]

Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Frálíka framsýningin “Myndir í trúnni”, sum hongur uppi í Listaskálanum, gevur inspiratión til at hyggja í mítt egna myndasavn. Vit hava ofta hug at virðismeta mest teir lutir, sum eru torførir at fáa fatur á, so sum uppruna málningar og tekningar, men í hesum føri er tað eitt endurprent av verki, sum Gino Covili gjørdi […]

Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Vilji og dirvi fortreyt fyri vón

Fyri einum ári síðan hildu vit páskir í Krakow, og langa fríggjadag vóru vit í Auschwitz. Langi fríggjadagur hevur altíð verið ein dapur dagur í mínum huga, og hóskaði tí væl til at vitja ilgitnu týningarleguna. Ferðin til Auschwitz og Birkenau var samstundis ein ferð aftur til livandi frásagnirnar frá pólsku nunnunum í St. Frans […]

Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

Føroysk ævintýr eru serstøk, og øðrvísi enn ævintýrini í Evropa. Tey eru eisini øðrvísi enn tey væl kendu ævintýrini úr hinum norðurlondunum. Føroysku sagnirnar og ævintýrini hava ikki verið bøtt og umskrivað, og eru tí meira upprunakend enn kendu søgurnar úr hinum norðurlondunum, haðani føroysku søgurnar stava. Forlagið Iperborea hevur givið út italska týðing av […]

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Tað eydnaðist at sleppa út í Mykines til Fólkatónleikastevnuna, men tað var ikki meir, tí mær so líkt, so hevði eg ikki bílagt pláss við Jósup fleiri mánaðir frammanundan. Eykatúrurin kl. 12 var eisini útseldur. “Men,” sigur fryntliga konan í horninum, “vit arbeiða uppá at gera ein túr aftur kl. 14.” – Frálíkt, so eg […]

Læran frá Grummu Grimhild

Fyri nøkrum vikum síðan var rokan úti á Frælsinum, tí yvir túsund børn komu til sjónleikin Grumma Grimhild á havsins botni. Hetta er leikrit sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr gjørdu yvir søgnina “Drongurin, ið burturtikin var av havfrúnni”. Leikritið er eisini týtt til onnur mál.    Í øllum hesum rokanum royndi eg at fáa […]

Nú er alt bara minnir

Nú er alt bara minnir

Vit eru nøkur starvsfólk á Námsvísindadeildini, sum eru farin á stevnu í London um telduútgerð og teldunýtslu til undirvísing. Framsýningin húsast í einum kendum sýningarstaði, nevnt ExCel, sum liggur úti í “Royal Docks”. Hesar dokkirnar hildu uppat at virka í 1981, tí bringjuvirksemi kravdi meira enn hvat henda gamla havnin megnaði. Nú verður plássið nýtt […]

Biophilia kapping! – Gerið tvørfakliga og kreativa framførslu!

Biophilia kapping! – Gerið tvørfakliga og kreativa framførslu!

Allir skúlaflokkar í miðdeild – luttakið í Biophilia-kapping um vinningar fyri 100.000 krónur Gerið ta bestu tvørfakligu undirvísingargongdina og vísið hana í verki! Lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina. virðisløn er 50.000 kr. virðisløn er 30.000 kr. virðisløn er 20.000 kr. […]

Tølandi marionettdreymamyndir

Tað sum eg higartil kenni til marionettleik er slíkt eg havi lisið í bókum, umframt kanska okkurt stutt brot í onkrum filmi. Tí var tað sera spennandi at byrja ólavsøkuna 2016 við at fara til “Dansa so væl og leingi” hjá Rakel Helmsdal, bæði fyri at síggja hvussu tað tekniskt verður gjørt, hvussu marionettleikur upplivast, […]

Page 1 of 8123Next ›Last »