Merkið í húnar hátt í skotskari sjálvstýrisskrúðgongu

Fólkaatkvøðuaftan varð skipað fyri altjóða skrúðgongu í Edinburgh, har heitt var á fólk um at hava teirra fløgg við. Nógv fólk luttóku. Fyri okkum var tað rættiliga løgið, at ongin helt talu, men tað tykist óneyðugt at brúka orku uppá talur, tí tey fólk sum komu til hesa gonguna vóru øll fyri sjálvstýri, og nýtast ikki at hoyra meira. Tað treingja onnur til, og tá serliga tey sum ivast, og fyri at fáa fatur á teimum verður gingið hurð á hurð at tosa við fólk.

merkid_hjordis_DSC_0265

Vit fegnaðust stórliga um at vit høvdu minst til at taka Merkið við – tað vakti ans, ikki bert millum skotar, men eisini millum aðrar tjóðir, og høvi var at greiða frá føroyska tjóðskaparstríðnum fyri m.a. fólkum úr m.a. Eysturríki og Kanada.

Klar-skrudgonga-DSC_0165

Til reiðar at fara á skrúðgongu.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.