Mótmæli og broytingaruppskot

Mótmæli av ætlaðu byggisamtyktini fyri útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki
Broytingaruppskot: Byggið eina “landshavn” uttanfyri bygt øki onkustaðni í miðstaðarøkinum – eftir leistinum við Gomlu Rætt.

Niðara myndin er tann vakra útgávan av tí sum Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna ætla. Veruleikin verður munandi ljótari, við tornum her og har, og høgum rustaðum bingjustáplum.

Niðara myndin er tann vakra útgávan av tí sum Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna ætla. Veruleikin verður munandi ljótari, við tornum her og har, og høgum rustaðum bingjustáplum.

 

 Punkt 1 – Eitt risaídnaðarøki kroystast inn í miðbýin

Ætlanirnar eru ikki bert at hava eina lokalhavn fyri Tórshavn/Føroyar, men fyri alt Norðuratlantshav. Hetta ynski er m.a. sett fram av løgmanni á altjóða ráðstevnuni Arctic Circle í 2013:

In the Faroe Islands we see great strategic potential in our own location in the region – especially in relation to the Northern Sea Route, which is expected to have the greatest significance in the future.
We have promising prospects for future offshore oil production in the Faroese area.
We have developed a strong framework for present and future activities with high environmental and safety standards at the forefront – and we take an active part in international contingency planning and search and rescue cooperation.[1]

Býráðsformaðurin í Tórshavnar býráð hevur á Fólkatingið orðað ynski um at virksemið í Tórshavnar havn skal økjast munandi og at Tórshavnar Havn skal gerast eitt alternativ til Aberdeen og Rotterdam:

Ambitionen for projektet, som jeg vil præsentere jer for, er at placere Færøerne og Torshavn på det Atlantiske søkort og dermed udnytte vores geografiske placering, ekspertise, kapacitet og konkurrenceevne, således at vi kan blive Nordatlantens nye service hub og transithavn….
Som I kan se ligger Færøerne umiddelbart op ad den nye motorvej mellem Europa og Asien: Nordøst Passagen, hvor der forventes en eksplosiv vækst af skibstrafik i fremtiden. Vi ligger tættere på ruten end de fleste andre havneområder og dette skaber oplagte muligheder for at udvikle og tilbyde tjenester til den voksende trafik….
Vores særlige placering skaber også spændende muligheder inden for Offshore industrien. Vi ligger for eksempel tættere på de store oliefelter nordvest for Shetland end Aberdeen gør….
Placeringen gør os også attraktive som et potentielt nyt knudepunkt i Nordatlanten. Færøerne ligger for eksempel tæt på fiskerifelterne i Nordnorge, som i dag næsten udelukkende eksporterer via Rotterdam. Med vores øgede kapacitet og faciliteter, kan Port of Torshavn blive et spændende alternativ til f.eks. Rotterdam eller andre Nordeuropæiske havne.[2]

Nógva staðni er talan um at býir eru vaksnir kring havnavirksemi, men í hesum føri er talan um so munandi útbyggingar, at tað er at meta sum ørvitistos at kroysta slíkt inn í miðbýin í Tórshavn, og so avgjørt ikki sambært tíðarandanum, har tungur ídnaður og binguhavnir ikki hoyra saman við ferðafólkaflutningi og stuttleikabátum.

Punkt 2 – Umhvørvisdálking og larmur

Verandi havnaøki hevur nógvar ampar við sær fyri miðbýin. Nýggja ætlanin hevur við sær bæði meira larm/gang og størri útlát av evnum, sum hava skaðilig árin á heilsuna.

Árinskanningin sum Tórshavnar havn hevur latið gjørt, hevur als ikki mátað verandi støðu, men sigur bert, at tað verður meira gangur og meira útlát.

Harumframt kann staðfestast, at umhvørvisviðurskifti ikki hava serliga raðfesting hjá Tórshavnar Havn. Hetta sæst millum annað við at Tórshavnar Havn uttan himpr loyvir dálkandi bátum bæði at liggja við kai og úti á Nólsoyarfirði, og at nýta dálkandi brennievni meðan tey liggja her. Hesi skip eru óynskt í øðrum havnum, og tí skulu tey gjalda eitt sera stórt havnagjald aðrastaðni. Í Tórshavnar havn eru tey hinvegin vælkomin, soleiðis sum forkvinnan í Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelag Ragnheiður Bogadóttir vísti á í Kringvarpinum herfyri.

Býráðspolitikarar tykjast heldur ikki at hava áhuga í at seta krøv til vinnuna, men hava lyndi at vísa til løgtingið. Setur løgtingið ikki karmarnar fyri kommunurnar, so verður einki gjørt (víst verður til samrøðu við Sigrun Mohr í Kringvarpinum herfyri).

Punkt 3 – Virðislækking av ognum

Ognirnar hjá borgarunum í Miðbýnum og Eysturbýnum minka í virði vegna larm og útlát. Samstundis minka aðrar ognir í býnum í virði vegna ljótt útsýni.

Hetta er tíverri ikki ein ógrundað útsøgn, tí søguliga kunnu vit hyggja eftir hvussu tað er gingist í øðrum býum, har býarplanleggingin ikki hevur verið góð. Um vit hyggja at Aberdeen, sum er ein av teimum býum sum Tórshavnar kommuna hevur sum fyrimynd tá talan er um havnaútbygging og ein kappingarneyti, so sæst, at tað økið í Aberdeen, sum er harðast rakt av havnaútbyggingini, nevniliga Torry, eisini er tað økið, har íbúðirnar og húsini hava lægst virði:

The most expensive area within Aberdeen (County) was Cults (£510,281) and the cheapest was Torry (£100,006).[3]

Punkt 4 – Náttúrufriðing

Í mun til inntrivið á umhvørvið við Skansan, so er ætlanin ein tilvitað manipulasjón av lógini um náttúrufriðing, sum greitt staðfestir, at ikki eigur at verða bygt uttan loyvi frá friðingarnevndini undir bakkanum frá vallingini og omaneftir og á økir, ið eru upp til 100 m frá bakkanum, har eingin fjøra er frá meginflóðarmálanum, nærri enn 300 m frá teimum viðalundum, ið Føroya viðalundanevnd hevur um hendi, og nærri enn 300 m frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 ha og frá áum, ið eru meira enn 4 m breiðar á botninum.

At lógin ikki tekur atlit til at fylt verður út á sjógv broytir ikki tað sannroynd, at ætlanin er at forða fyri at varðveitingarøki verða skemd. Eitt øki sum skansin er eitt líka so stórt náttúruøki sum ein viðalund.

Tíverri hevur friðingarnevndin fyri Streymoyar sýslu als ikki viðgjørt ætlanina, men kritikkleyst tikið undir við ætlanini:

Náttúrufriðingarnevndin avgjørdi at viðmæla umsóknini, tí vit mettu, at hetta er neyðugt fyri Tórshavnar havn.
So sum tíðirnar eru í dag viðv. farmaflutningi og vaksandi ferðamannavitjan sjóvegis, hevur Tórshavnar havn stóran tørv á at útbyggja havnalagið, fyri at kunna taka ímóti tí vaksandi vitjan av ferðamannaskipum.
Náttúrufriðingarnevndin er eisini vitandi um, at mangul er uppá bátapláss í Tórshavnar kommunu og hildu vit, at hetta er ein upplagdur møguleiki fyri eisini at bøta um tørvin fyri bátaplássum til smábátar.
Loyvi frá Náttúrufriðingarmyndugleikunum frítekur tó ikki umsøkjaran fyri at fáa til vega neyðug loyvir til byggingina frá avvarðandi myndugleikum – eitt nú frá byggimyndugleikanum.

(Útskrift úr gerðabók Streymoyar Sýslu Náttúrfriðingarnevnd,
frá fundi hin 7. januar 2014).

Hesar grundgevingar eru fullkomiliga óviðkomandi fyri málsviðgerðina og eigur friðingarnevndin at fáa boð um at viðgera málið av nýggjum.

Afturat hesum er vert at nevna, at Náttúrufriðingarnevndin vísir til at umsøkjarin skal útvega neyðug loyvi frá avvarðandi myndugleikum. Sambært uppskotinum til nýggju byggisamtyktina er:

 7.1 Byggimyndugleiki og átalurættur eru sambært hesi byggisamtykt hjá Tórshavnar býráð einsamøllum.

8.1 Smávegis lættar frá reglunum í hesi byggisamtykt kann byggivaldið geva loyvi til, um so er at dámurin á økinum, sum byggisamtyktin roynir at skapa ella varðveita, ikki verður broyttur av teirri orsøk.

(Úr byggisamtyktini fyri Skansabryggjuna)

Sostatt hevur Tórshavnar býráð einsamalt avgerðarrætt, eisini at gera av at fara út um karmarnar á ásettu byggisamtykt, og rætturin og skyldan til eftirlit tykist ikki at liggja hjá nøkrum uttanveltaðum stovni.

Punkt 4 – Friðan av fornminnum

Sambært lógini um Friðan av fornminnum eru skansar beinleiðis nevndir, og í stk. 1 stendur:

  • 1. Jarðfest fornminni, so sum bústaðarleivdir, gravstaðir, minnismerki, innskrivtir, skansar og húsatoftir eru friðað. Spurningurin um, hvat ið kemur inn undir hesar ásetanir, og um nærri mark fyri tað friðaða øki verður at avgera av landsstýrinum eftir tilmæli frá tí í § 3 ummæltu nevnd. Hvar tað orsakað av eyðkennum fornminnsins og fyri at tryggja varðveitsluna er hildið at verða neyðugt, kann umliggjandi øki innanfyri 100 m frá fornminninum verða lagt undir friðing eftir avgerð í landsstýrinum, sum ger gjøllari friðingar- og skilhaldsreglur fyri økið. Broytingar í friðingini mega ikki fara fram uttan loyvi frá landsstýrinum.

Sambært ætlaðu byggisamtyktini er ætlanin at bryggjukanturin skal vera 50 m frá fjøruni undir Skansanum. Hetta tykist vera í andsøgn við krøvini í lógini um friðing av fornminnum, sum heimilar eina frástøðu uppá 100 m. Samanborið við, at náttúrufriðingarnevndin ásetir eina frástøðu uppá 300 m, so tykjast 50 m at vera sera nær!

Punkt 5 – Byggisamtyktin sera óneyv

Byggisamtyktin leggur upp til at tað skal vera avmarkað hædd á ymsu økjunum, frá 8-12 m høgt, men samstundis hava tey lagt seg eftir at loyva undantøkum:

4.9 Einstakir bygningslutir t.d. trapputorn, kranar o.a., ið eru í mesta lagi 200 m2 til víddar, kunnu staðsetast í økinum og verða hægri enn ásett omanfyri.

Her er talan um bygging – og talið av nevndu tornum er ikki avmarkað. Harumframt eru ongar avmarkingar fyri, hvussu høgt bingjur kunnu stáplast. Sostatt eru hæddarmetingarnar als ikki eftirfarandi.

Punkt 6 – Stuttskygd ætlan, grundað kapping um havna- og vørugjald

Hvussu stórur tørvur tað er á eini nýggjari havn í Tórshavn er ivasamt. Heldur er tørvur á at fremja eina útbygging vegna eina óhóskandi lóg um havna- og vørugjald, sum elvir til, at kommunur kappast um hesar pengar til teirra havnir. Hetta viðførir, at fleiri kommunur ynskja at byggja teirra havnir út, og skjótt er, at allur Skálafjørðurin er ein stór havn. Hetta er ikki ein burðardygg gongd.

Um hugt verður í onnur lond um okkara leiðir, so hendir tað ikki longur, at býir útbyggja gomlu havnirnar til bingjuhavnir.

Í Aberdeen arbeiða tey eisini við at víðka um havnina, men har hava tey ásannað, at nýggja havnaøkið má flytast útum býin.

Í Reykjavík varð longu í 1968 byrjað at flyta virksemið út í Sundhöfn. Ístaðin hava tey nú fingið eitt havnaøki sum er dominerað av Hørpu, umframt at har liggja bátar, sum almenningurin hevur atgongd til. Bingju- og ídnaðarvirksemi liggur ikki longur í miðbýnum.

BROYTINGARUPPSKOT

Málið um Skansabryggjuna minnir rættiliga nógv um málið um ferjuleguna í Kirkjubø, sum tó fekk eina heiðurliga loysn, tá loysnin bleiv at leggja ferjuleguna á Gomlu Rætt. Hetta er ein loysn, sum øll eru glað fyri í dag, hóast hon kostaði munandi meira enn at gera bíligastu loysn, sum var at leggja ferjuleguna upp at fornminnunum í Kirkjubø.

Havnaútbyggingin í Tórshavn hevur ikki enn fingið nøktandi viðgerð, og tí verður staðiliga mælt til at taka hetta mál uppaftur til viðgerðar, og serliga umrøða hvussu føroyskar havnir kunnu gerast burðardyggar.

Higartil hevur serliga verið viðgjørt hvørt tað ber til at gera eina útjavningarskipan, soleiðis at pengarnir frá vøru- og bryggjugjaldum verða býttir kring landið.

Tann frægasta loysnin man heldur vera at gera eina landshavn, sum liggur á óbygdum øki í miðstaðarøkinum. Heitt verður á Tórshavnar býráð og á landsins myndugleikar um at taka hetta málið upp.

 

[1] http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11370&M=News&PID=24413&NewsID=5869

[2] http://www.vp.fo/wp-content/uploads/2015/04/Framløga-%C3%AD-pdf-við-teksti.pdf

[3] http://www.rightmove.co.uk/house-prices-in-Aberdeen-County.html

 

2 Responses to Mótmæli og broytingaruppskot

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.