Kom syngjandi til vitan

Fyrilestur hildin á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 2015

Erla-Fyrilesur-IMG_0998

Á Býarbókasavninum hava tey alla útgerð – eisini til ein fyrilestur við bæði myndum og ljóði. Arnbjørn Dalsgarð tók myndina.

 

“Norðurlond eru farin í holt við eina verkætlan, har øðrvísi undirvísingarhættir verða royndir. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv, og samstundis sum kreativitetur verður settur í hásæti, verður strembað eftir, at hvør einstakur mennir sínar førleikar. Verkætlanin er grundað á sangappirnar Biophilia hjá íslendsku songkvinnuni Björk.”

Soleiðis varð Biophilia verkætlanin lýst í skánni til Mentanarnáttina 2015. Tað týdningarmesta í hesum teksti man vera yvirskriftin – kom syngjandi til vitan, ella spæl teg til vitan. Tí tað gera vit í alt ov lítlan mun, hóast vit leingi hava vitað, at tað er hugurin ið drívur verkið! Og hevur tú ikki hug, so man tað vera sera avmarkað hvat tú lærir!

Okkara egnu kanningar av føroyskum skúlanæmingum siga, at tað er einki serliga stuttligt at ganga í skúla. Samstundis vísa kanningarnar, at skúlating ella heimaarbeiði eru sera illa dámd. Tá hesi úrslit verða greinað, so vísir tað seg, at tey sum halda at skúlating eru spennandi eisini halda at tað er stuttligt at ganga í skúla, og harvið dáma væl at læra, og haðani aftur til at halda, at tað gongur væl í skúlanum. Ein ringrás sum tann vísta er rættiliga yvirskipað, men hon vísir tó á at tað er samband millum ymsu tættirnar. Og megna vit at gera skúlating so stuttlig og spennandi, at næmingarnir sjálvbodnir arbeiða við teimum – enntá meir enn skúlin krevur – so hendir nakað, bæði við næmingi, lærara, skúla og samfelag.

Í hesum sambandi kann verða víst á ta ovurstóru orku, sum bæði børn og vaksin leggja í ítrótt og tónleik. Ikki man tað altíð vera so stuttligt at skula venja, men tey gera tað av egnum hugi og leggja ofta nógv fyri. Soleiðis er ikki altíð við tí, ið tey arbeiða við í skúlanum.

Tímatalvan í skúlanum pilkar evnini sundur í smálutir, og hvørt evni verður viðgjørt fyri seg. Tað er so sín søk, men tað tykist ikki sum at tað nakrantíð rennur saman aftur millum fakini, soleiðis at ein heildarfatan fæst. Úr fólkaskúlanum fara vit víðari í miðnám, og haðani víðari á antin yrkisleið ella lestrarleið, har vit gerast serfrøðingar á okkara øki. Okkara sera avmarkaða øki!

Nakað herfyri var eg til ein fyrilestur við íslendska rithøvindinum Andri Snær Magnason, sum hevur skrivað bókina “Dreymaland – ein sjálvhjálparbók til eina rædda tjóð”. Hetta var ein nógv umrødd bók tá hon kom út í 2006, og hon hevði stóra ávirkan í Íslandi, sum tá var í ferð við at avreiða stóran part av sínum náttúrutilfeingi treytaleyst til altjóða ídnaðarfyritøkur, serliga innan grøna orku.

Andri Snær helt, at vit eiga at fáa eina nýggja undirvísingarskipan, sum gevur okkum menniskju, sum duga at síggja heildina, og tí er neyðugt at byggja brýr millum tað glopp, sum er millum teir ymsu fakbólkarnar. Andri Snær helt, at ein av teimum stóru atvoldunum til at vit fara so illa um okkara samfelagsvirðir er rætt og slætt tí at fólk eru ov snævurt skúlað. Bankafólk hava bert lært um fígging, og entreprenørar og verkfrøðingar bert um bygging og konstruksjón. Hesir báðir yrkisbólkar samstarva so um verkætlanir sum t.d. stórar orkuverkætlanir – grøn orka, tað er jú uppi í tíðini, so tað kann eingin hava nakað ímóti, ella?

Tað vísti seg at nógvir íslendingar høvdu nógv ímóti tí, tí hetta fer illa við náttúruni, og nógv náttúruvirði verða mist. Tað sum bankafólk, entreprenørar og verkfrøðingar og íleggjarar hava til felags, er at tey hava lært at rokna. Tað sum tey eisini hava til felags, er at ongin teirra hevur havt nakra skipaða útbúgving innan estetikk, etikk, kreativitet, søgu og náttúruvirði.

Andri Snær vísti við myndum á nógv ræðudømi við byrgingum og el-tornum úti í náttúruni, umframt óhóskandi bygningar í býarumhvørvi. Fyrilesturin eg var til var í Íslandi, men eg eri vís í, at um Andri Snær kom til Føroya, so hevði hann lætt kunna víst á bæði framdar og ætlaðar byggiverkætlanir, sum eru sonn skúladømi um vantandi skúling innan estetikk og mentan.

Björk er blivin spurd um hon heldur um hon heldur at tað eru nøkur líkindi fyri at tað fer at hepnast væl at sameina náttúruvísindi og list/kreativitet, og um Biophilia er ein roynd at bróta niður girðingina millum náttúruvísindi og list.

Björk svaraði, at tað tykist sum náttúruvísindi og list/kreativitetur vóru so at siga tað sama í fleiri túsund ár inntil ídnaðarkollveltingin og upplýsingartíðin koyrdu tey sundur. Björk heldur, at 21. øldin fer at vera tíðin tá tey ikki bara kunnu sameinast aftur, men at tey mugu![1]

Í Føroysk Søga 1 eftir Jóan Paula Joensen stendur at lesa, at “18. øld verður í Evropa nevnd upplýsingartíðin. Hetta var ein tíð, tá fólk vóru forvitin og vildu vita meira um mestsum alt. Ein fortreyt fyri hesum forvitni var, at fólk dugdu at lesa og skriva.”

Og at læra fólk at lesa, skriva og rokna var helst eisini meginuppgávan hjá skúlanum í nógv ár. Um náttúru og tøkni lærdu børnini heima, tí tey vóru við í øllum arbeiði. Í skúla varð farið at læra at lesa, skriva og rokna. Tað gera vit enn! – Og so hvørt sum ídnaðarkollveltingin broytti samfelagið til eitt samfelag, har vaksin fóru til arbeiðis á verksmiðjum, og tí ikki fingu havt børnini við til arbeiðis gjørdist neyðugt, at børnini fingu ta vitan, sum tey áður fingu frá foreldrunum, í skúlanum. Men skúlin brúkti somu undirvísingarhættir til allar tær nýggju lærugreinarnar sum til lesing, skriving og rokning.

Fyri 100 árum síðani – ella í 1916 – gjørdi John Dewey vart við henda trupulleika, og vísti á, at royndir hava víst, at tá børn hava møguleika fyri rørslu og venjingum sum stimbra teirra náttúrliga lyndi at spæla, tá gerst tað stuttligt at ganga í skúla, og tær uppgávurnar sum skulu gerast ikki so tvørligar, og læring verður lættari.

Eisini vísti Dewey á, at nógvar av hesum venjingum sum kunnu gerast hava ikki til endamáls at læra børnini eitthvørt handverk. Til dømis er tað at røkja ein urtagarð ikki endiliga fyri at duga at røkja urtagarðar, tá tey verða vaksin, men heldur er hetta eitt amboð til at kanna vøkstur, evnafrøði í mold, hvønn týdning ljós hevur, luft, væta, gagnlig og skaðilig djór og soppar v.m. – At royna tingini í verki.

Hetta hevur verið sagt tey seinastu 100 árini, men enn hava vit ikki tikið hetta til okkum, hvørki í fólkaskúlanum, ella á stovnum sum Námsvísindadeildini, har vit útbúgva nýggjar lærarar. Tað er júst við tí endamáli at broyta ella bøta um hesa aldargomlu siðvenju, at vit eru farin í holt við Biophilia, ein verkætlan sum er grundað á tvørfakligt samstarv, fjølbroyttar læruhættir og menning av okkara nógvu ymisku vitskum, soleiðis at øll fáa ymsu evnini søgd, hoyrd, roynd á fleiri ymsar mátar.

Vit læra øll ymiskt – summi læra best við at hoyra tað frágreitt, onnur við at lesa tað, onnur við at royna tað, summi læra best meðan tey røra seg – nógvir eru hættirnir, men tað týdningarmesta at leggja sær í geyma er, at eingin háttur i sjálvum sær er nóg mikið, tað er neyðugt at brúka eitt sindur av hvørjum.

Nakrir føroyskir skúlar eru seinastu árini farnir undir toymisarbeiði, og hetta er ein skipan sum gevur heilt nýggjar møguleikar – serliga um dentur tá eisini verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Tað er í stóran mun tað sum tankin við Biophilia snýr seg um: Nýt tónleikin sum amboð at lýsa náttúruvísindi, og lær um tónleik samstundis sum tú lærir um náttúruvísindi. Lær í heildum heldur enn í staklutum!

Fínar umstøður hjá áhoyrarum - og eisini tey úti í kaffisøluni fingu fyrilesturin við. Arnbjørn Dalsgarð tók myndina.

Fínar umstøður hjá áhoyrarum – og eisini tey úti í kaffisøluni fingu fyrilesturin við. Arnbjørn Dalsgarð tók myndina.

 

 [1] http://www.theguardian.com/music/musicblog/2011/oct/10/bjork-answers-your-questions

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.