Broytingin frá líkasælu til tilvitaða undirtøku av grindadrápi
Tað kom fyri viðhvørt at vit høvdu grind og spik til døgverða tá eg var barn í sekstiárunum. Hendingaferð, tí heima hjá okkum var eingin sum fór í grind. So helst hava vit allan mín barndóm hildið okkum væl niðanfyri tær tilmælingar, sum heilsumyndugleikarnir komu við eftir at kanningar av heilum árgangum av føroyskum børnum vístu, at samband er millum nøgdina av kyksilvuri í mammuni og hvussu væl fyri børnini eru. Eitt øvut samband, har nógv kyksilvur í nalvastronginum merkir vanda fyri at barnið ikki er líka væl fyri sum tá lítil kyksilvur er.
Tá eg gekk í studentaskúla át eg døgverða á skúlanum, og nú fekk eg grind og spik javnan og rættiliga ofta, vanliga eina ferð um vikuna. Eg hugsað ikki um tað tá, men havi síðan hugsað, at orsøkin helst er, at skúlin fekk grind og spik ókeypis. Sostatt vórðu tey komandi ættarliðini av foreldrum ótilvitað fylt við mati, sum er fullur av kyksilvuri og øðrum dálkingarevnum sum eru sera vandamikil serliga fyri fostur.
Stutt eftir at eg var liðug í studentaskúla kom fram, at livur og nýru á grindahvali høvdu ovurstórar nøgdir av kyksilvuri, og tað var mælt frá at eta nakað slag av innvøli. Í 1998 kom so endiliga fyrsta grindatilmæli frá heilsumyndugleikunum sum segði, at vit skuldu bara eta grind og spik eina ella tvær ferðir um mánaðin.
Til fyri fáum árum síðani havi eg mett at tað var bert ein spurningur um tíð til hetta at drepa grind helt uppat eisini her hjá okkum (grind hevur verið hildin til nógva staðni í Norðuratlantshavi). Tað unga ættarliðið tóktist ikki áhugað hvørki í grind sum føði, og í uppaftur minni mun í sjálvum drápinum, so tá teir gomlu stavnarnir hildu uppat fyri aldur, so mundi tíðarskeiðið við grindadrápi vera av. Ein onnur orsøk at vænta at grindadráp skjótt fór at vera ein farin tíð var at vit hava fingið eina nýggja tilráðing frá heilsumyndugleikunum, har staðfest verður, at grind og spik eru ikki hóskandi sum mannaføði vegna fleiri sløg av dálkingarevnum.
Hetta hendi tó ikki vegna ein sera ágangandi og stríðshugaðan sonevndan “varðveitara” felagsskap ið hevur gjørt av at tey skulu steðga føroyska grindadrápinum. Tað sum hendi var, at “trýst elur móttrýst”. Við at nýta ágangandi hættir at siga við fólk at tað tey gera er skeivt fær tey at verja seg sjálvi. Soleiðis er nú tað hent at yngru ættarliðini eru vorðin íðin at fara í grind, og enntá kvinnur við barn hoyrast lovprísa hesum frálíka føðitilfeingi.
Vegna virksemið hjá hesum “varðveitara” felagsskapi, fer tað nú at taka tvey ættarlið afturat, har grindadráp fer fram og har føroyska fólkið framhaldandi etur dálkaðan mat. Orkan hevði verið nógv betur nýtt, um hon fór til at stríðast móti dálking, og harvið vart bæði hvalirnir og allar heimsins íbúgvar.
2 Responses to Broytingin frá líkasælu til tilvitaða undirtøku av grindadrápi