Marknaðarlagað og fjølbroytt útbúgving

Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, men hvørjar eru avleiðingarnar av rákinum fyri einstaklingar, útbúgvingarverk, og stovnar í Norðurlondum var høvuðsspurningurin á granskingarráðstevnu innan útbúgving í Göteborg.

Frágreiðing frá NERA 2015 ráðstevnu

NERA stendur fyri Nordic Educational Research Assosiation, og skipar fyri ráðstevnu eina ferð um árið. Ráðstevnan skiftir millum norðurlendsku londini – og innanlands skiftir hon millum ymsu universitetini. Í ár var hon í Göteborg í Svøríki, og komandi ár verður hon í Helsinki í Finnlandi.

Tá útbúgving gerst søluvøra

Høvuðsevnið á ráðstevnuni í ár var “Marketisation and Differentiation in Education”. Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, og útbúgvingarstovnar laga seg til tey sum hava møguleika at gjalda, tað verið seg foreldur ella virkir.

Høvuðsfyrilestrahaldararnir viðgjørdu hetta evni við atliti til privatar skúlar til teirra sum eru væl fyri, meðan skúlarnir til almenningin ikki verða raðfestir í sama mun sum fyrr.

Ein trupulleiki við hesi privatisering er, at privatu skúlarnir brúka nógva orku uppá at selja sínar vørur/útbugvingar, og í stóran mun er endamálið tað sama hjá øllum: at teirra næmingar skulu sleppa inn á tey best umtóktu universitetini í heiminum.


Elitan og hini

Fara vit aftur í tíðina, so merkti tað at fáa eina hægri útbúgving eisini ein trygd fyri at fáa eina góða løn, og sum flutti teg upp millum elituna í samfelagnum. So er ikki longur, nú krevst meira, og helst skalt tú hava eina útbúgving frá einum av teimum hægst í metum universititunum, so sum Harvard og Oxford. At verða høgt í metum er í sera stóran mun ein spurningur um at vera stórt, gamalt og at hava nógvar siðvenjur.

Hetta at vit hava nøkur “hægst í metum” universitet hevur tó eisini nakrar vansar við sær, tí tey sum leggja støðið, leggja tað eftir tí sum tey kenna. Kemur tú frá Harvard University, so leggur tú dent á tær dygdir tú lærdi at virðismeta har, tá tú skalt meta um dygdirnar hjá øðrum. Og tí eru tað serliga fólk við útbúgving frá nøkrum fáum “høgt mettum” universitetum sum sita í ovastu leiðslu hjá størstu fyritøkunum í heiminum. Hesi somu fólk seta dagsskránna, og tey velja fólk við eini útbúgving sum tey kenna at samstarva við og taka við eftir seg. Sostatt gongur alt í ring, við lítlum fjølbroytni, og harvið eisini vantandi førleikum at lofta ókendum kreppustøðum.

Flyta vit hetta yvir á føroysk viðurskifti, so vita vit, at stóri parturin av tí eldra ættarliðinum hevur lisið serliga á Keypmannahavnar Universiteti, so tí eru tað tey sum leggja støðið, og hava lyndi til at krevja somu dygdir og virðisgrundarlag sum tað tey hava lært har.

Fróðskaparsetrið, við sínum øðrvísi dygdum og virðisgrundarlagi, og sum eitt ungt og sprelskt universitet, má tí kappast við onnur universitet um sín marknaðarpart, og hetta gerst helst eina mest við at starvsfólkini eru tilvitað um hetta, og áhaldandi megna at javnlíkameta hvør annan.


Netverksfyrilestrar

Yvir 800 luttakarar vóru á ráðstevnuni, og nógvir teirra høvdu ein stuttan fyrilestur, yvir 500 fyrilestrar vórðu bjóðaðir fram. Hetta fór fram yvir 3 dagar, og fyrilestrarnir vóru bólkaðir í 25 ymisk netverk. Netverksfyrilestrarnir vóru ikki bundnir at meginevninum hjá ráðstevnuni.

Her verður bert stutt greitt frá trimum netverkum.


Kunningar- og samskiftistøkni & útbúgving (KST)

Tað tykist ikki sum Norðurlond enn hava fótað sær í sambandi við at nýta tøkni sum læruamboð. Á ráðstevnuni vórðu víst frálík dømi um hvussu fólk høvdu megnað at nýta KST sum amboð í fjarundirvísing og sum amboð í vanligari undirvísing, hesi dømini komu úr Noreg og Íslandi.

Onnur vístu á kanningar grundaðar á PISA úrslit. Hesar kanningar høvdu samanborið PISA úrslit í støddfrøði við KST nýtslu (ein annar spurningur í PISA) og tær bendu á, at KST minkaði um læruúrtøkuna. Hesar kanningar viðgjørdu tó ikki hetta at nýta KST tilvitað sum eitt amboð.

Lærarastarv og læraraútbúgving

Fleiri áhugaverd og væl kend sjónarmið komu fram her, m.a. at læraralesandi síggja seg ikki sum studentar, men sum næmingar, og at læraralesandi leggja minni dent á lærugreinafakini og størri dent á frálærufrøði, sálarfrøði.

Eisini varð viðgjørt hvussu portfoliur kunnu brúkast í starvslæruni, og hvussu uppgávur í støddfrøði kunnu gerast soleiðis at sama uppgávan sýnist einfaldar, samstundis sum hon kann loysast í fleiri stigum, alt eftir førleikanum hjá næminginum.

Inkluderandi útbúgving

Eins og í Føroyum roynir man eisini í Íslandi at hava børn við serligum avbjóðingum í vanliga fólkaskúlanum, men ikki øll foreldur og lærarar í Íslandi eru samd um at hetta er besta loysnin, serliga tí hetta krevur eyka bæði av læraraútbúgving og av skúlaskipanini sum heild. Amalía Björnsdóttir vísti á kanningar sum vísa, at tað er sera stórur munur á hvussu hugaðir lærarar eru fyri inklusjón alt eftir hvørjum skúla teir starvast. Í summum skúlum hildu einans 33% at tað hevur týdning at hava børn við serligum avbjóðingum í vanliga fólkaskúlanum, og í hinum endanum vóru 88% av lærarunum jaliga sinnaðir fyri inklusjón. Tá so hugt verður eftir hvat kann greiða frá muninum á skúlunum, so eru tað í stóran mun yvirskipað viðurskifti, so sum nøgdsemi við leiðsluna, og hvussu stórur dentur verður lagdur á persónliga menning.

Í Føroyum eru vit í ferð við at gera somu kanning.

Amalía Björnsdóttir frá Háskóla Íslands leggur fram íslendsk úrslit frá somu kanning sum vit í Føroyum arbeiða við.

 

Náttúruvísindaliga ljóðið sum sjálvsagdur møguleiki innan undirvísing

Føroyska íkastið snúði seg um at nýta sjálvsøgdu møguleikarnar í undirvísing í náttúrufakum. Tað átti at verið so sjálvsagt at gjørt ítøkiliga venjingar og at fara uttandura, men tað vísir seg ikki at vera brúkt serliga nógv, ið hvussu so er ikki tá næmingarnir verða spurdir. Heldur ikki verða tónleikur og sjónleikur brúkt í stóran mun, hvørki innan náttúruvísindi ella í skúlanum sum heild.

Tað nýtist tó ikki at vera so, serliga ikki um hugsað verður tvørfakligt. Á Námsvísindadeildini hava vit gjørt royndir við borgaravísindum, har tað er upplagt at fara nógv út. Samstundis ber til at røkka eina rúgvu av ásettu førleikamálunum innan fleiri fak.

Eisini verður arbeitt við Biophilia undirvísingarskránni, sum tengir tónleik, teldlar og náttúruvísindi saman. Hetta er ein undirvísingarskrá, sum fer at verða roynd í føroysku skúlunum nú í 2015. Á ráðstevnuni varð harumframt greitt frá okkara royndum við at nýta Biophilia-undirvísingarskránna saman við læraralesandi á einari plakat, við heitinum “The Sound of Science“.

Erla Olsen leggur fram úrslit um hvørjir undirvísingarhættir verða nýttir í føroyska fólkaskúlanum.

 

At leggja fram úrslit við plakatum/uppsløgum tykist ikki vera ein vanligur samskiftisháttur í Norðurlondum. Einans 4 plakatir vóru á hesi ráðstevnu, og tær vóru settar upp uttanfyri fyrilestrarhøli hjá tí netverki sum hóskaði best. Vanliga verða plakatir hongdar upp í felagsøkjum, har fólk drekka kaffi, og kunnu fáa eitt óformelt prát við tann sum hevur gjørt plakatina.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.