Nú er alt bara minnir
Vit eru nøkur starvsfólk á Námsvísindadeildini, sum eru farin á stevnu í London um telduútgerð og teldunýtslu til undirvísing. Framsýningin húsast í einum kendum sýningarstaði, nevnt ExCel, sum liggur úti í “Royal Docks”. Hesar dokkirnar hildu uppat at virka í 1981, tí bringjuvirksemi kravdi meira enn hvat henda gamla havnin megnaði. Nú verður plássið nýtt sum framsýningarhøli.
Framman fyri framsýningarhøllina stendur ein standmynd av lossingarmonnum, og tað tykist vera ein rættilig andsøgn at síggja hesar framman fyri eini framsýningarhøll við allar nýggjastu tøkni.
Verður eygað vent omaneftir, so sæst tó veruligi konteksturin, at teir hoyra heima saman við lossingarumhvørvinum í eini farnari tíð. Har standa gamlir kranar eisini sum ímynd um havnavirksemið sum var.
Nú er alt bara minnir, og ístaðin fyri havnavirksemi hava Londonbúgvar framsýningarhøli, har nógv fremmandafólk koma, og avleitt virksemi av tí, t.d. flótandi hotell.
Eg vænti, at hetta fer eisini at verða lagnan hjá tí havnaøki, sum Tórshavnar kommuna er farin undir, kanska ikki beinanvegin, men rættiliga skjótt.